Embætið má setast fram um persónliga sannføring

2016-06-15 11:35 Author image
Dimma

Rumbul hevur stungið seg upp, tí Páll á Reynatúgvu løgtingsformaður hevur noktað at luttaka á døgurðanum, sum Margreta drotning hevur bjóðað til umborð á kongaskipinum Dannebrog í kvøld.

Løgtingsformaðurin hevur boðað frá, at hann luttekur ikki á døgurðanum, har drotningin er vertur, tí tað stríðir móti hansara politisku sannføring. Hetta hevur fingið øði í grindina, og eitt nú formaður Sambandsfloksins hevur hartað løgtingsformannin fyri ikki at røkja sítt embæti.

Eitt er, hvat politikarar leggja hvønn annan undir. Annað er, hvat innihaldið er í starvinum sum løgtingsformaður, og hvar markið gongur millum egnu sannføring og ein umboðandi leiklut. Dimma.fo hevur tí spurt Súsannu Danielsen, fyrrverandi løgtingsstjóra, hvat hon heldur um útmeldingina hjá Páll á Reynatúgvu, løgtingsformanni.

Súsanna Danielsen ger greitt, at hon heldur tað vera eina skeiva avgerð. Hon vísir á, at tað er ein sannroynd, at vit eru í ríkisfelagsskapi við Danmark, og at drotningin er statsyvirhøvd, sum hon tekur til. At Páll á Reynatúgvu kundi hugsað sær tað øðrvísi, eigur ikki at ganga út yvir hansara uppgávu sum ovasta umboð fyri Føroya løgting.

- Hetta snýr seg um tað embæti, hann røkir. Tá ið tú tekur av at verða formaður í løgtinginum, so mást tú onkuntíð bíta á kampi og gera okkurt, ið ikki hóvar tær sum persóni. Hetta snýr seg um at seta títt embæti fram um tín persón. At vera løgtingsformaður er ein umboðandi leiklutur, har tað kann vera ein skylda at seta sína egnu meining til viks eina løtu, sigur Súsanna Danielsen.

Løgtingsformaðurin er á sama politiska stigi sum Føroya løgmaður, og tí er eisini talan um hægst tignarliga starvið, har ein umboðan vegna Føroya fólk fylgir við. Løgtingsformaðurin skal eisini umboða allar flokkar á tingi.

Sjálvur heitir Páll á Reynatúgvu á føroyingar um ikki at gera ov nógv av í hesum máli. Hann sigur við in.fo, at hann hevur luttikið í teimum tiltøkum, sum føroyingar hava fyriskipað og heldur seg hava umboða landið væl og virðiliga í sínum almenna leikluti. Men markið gongur við kongaskipið.

- Eg fari ikki til døgurðan hjá Margrethu drotning umborð á Dannebrog og taki ei heldur móti riddarakrossi, tí tað stríðir móti míni politisku sannføring. Tað mugu føroyingar góðtaka, men eg skilji og virði áskoðanir sum peika í aðra ætt, sigur Páll á Reynatúgvu við in.fo.

  

  

placeholder

Meira langlesnaður