Enn eitt álop í Týsklandi

2016-07-24 17:23 Author image
Jákup Højgaard

Løgreglan hevur handtikið ein mann í sambandi við eitt masjettu-álop í Reutlingen, tætt við Stuttgart í Týsklandi. 

Ein kvinna varð dripin og tvey onnur særd tá ein maður leyp á uttanfyri eina kebabbúð. Fleiri vitnir flýggjaðu frá staðnum. Enn er eingin orsøk funnin.  

Hetta er triðja álopi í Týsklandi hesa vikuna. Mánadagin leyp ein drongur á við øks í einum toki og fríggjadagin skeyt ein tannáringur níggju fólk í eini sølumiðstøð í München.

Kelda: Independent

placeholder

Meira langlesnaður