Enn ósemja millum danska kvinnulandsliðið og fótbóltssambandið

Enn ósemja millum danska kvinnulandsliðið og fótbóltssambandið

2017-10-18 11:12 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Ósemja millum danska kvinnulandsliðið í fótbólti og danska fótbóltssambandið, DBU, hevur nú staðið á eina tíð.

Ósemjan kemst av, at danska kvinnulandsliðið krevur betraðar leikarasáttmálar, ið m.a. skulu umfata betraði lønarviðurskifti fyri leikararnar.

DBU hevur roynt at samráðst, men hava ikki megnað at koma við tilboðum ið eru nøktandi fyri leikararnar á kvinnulandsliðnum. Tískil stendur ósemjan enn við.

Í dag upplýsir DR, at kvinnulandsliðið, eftir ætlan, skuldi havt eina venjing klokkan tíggju í morgun, men at tær ikki møttu upp. 

Fótbóltssambandið, DBU, hevur í gjár sagt, at tey fara at boða UEFA og FIFA frá, at kvinnulandsliðið ikki fer at møta upp til HM-úrtøkudystin móti Svøríki, ið skal spælast fríggjadagin. 

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður