Enniberg sleppur sjálvt at selja ella virka fiskin

2016-09-01 09:51 Author image
Sigmund Vang

Tað gekk ikki, so sum landsins myndugleikar høvdu ætlað, tá reiðaríið, sum eigur Enniberg, skuldi selja veiðuna úr Barentshavinum, ið varð keypt á uppboðssølu fyrr í ár. Norðlýsið skrivar, at einki boð kom upp á fiskin, tó at onkur lá framvið.

Sambært kunngerðini um uppboðssølu av kvotum, skal fiskurin úr Barentshavinum - tann parturin, sum er keyptur á uppboði - bjóðast út til føroyskar keyparar.

Nú eingin bjóðaði, sleppur reiðaríið tí sjálvt at virka ella selja fiskin. Sambært Kringvarpinum var talan um 125,5 tons av frystum flaki.

  

Meira langlesnaður