Epilepsifelagið vaksandi undirtøku

Frá vinstru eru tað Ása Østerø, tiltakslimur Elma Berg Danielsen, kassameistari, Randfríð Sørensen, forkvinna, Mari Johannesen, næstforkvinna, Elsa M. Davidsen, skrivari, og Ingolf S. Olsen, tiltakslimur. Ida Justinussen, nevndarlimur, fekk ikki møtt á aðalfundinum og vantar á myndini

Epilepsifelagið vaksandi undirtøku

2017-05-04 09:37 Author image
Dimma

Epilepsifelag Føroya hevði aðalfund í vikuni, og har varð millum annað staðfest, at felagið hetta seinasta árið hevur havt vaksandi limatal. Teir eru nú millum 90 og 100, men Randfríð Sørensen, forkvinna felagsins, vísti á, at talið helst skuldi verið væl hægri, tí okkurt um 400 føroyingar hava epileps, upplýsir felagið í skrivi sent miðlunumi.

- Eg hevði ynskt, at vit kundu økt limatalið í einar 200 ella í minsta lagi hálvt annað hundrað, segði hon.

Fitt av fólki var møtt á aðalfundinum hesaferð, og ein part av heiðrinum fyri góðu uppmøtingina mundi Bjarki á Rógvi Hansen, neurologur, eiga. Hann helt nevniliga ein sera forvitnisligan fyrilestur um avbjóðingar hjá fólki við epilepsi og viðgerð av epilepsi.


Kannabis

Sambært lýsingini skuldi Bjarki á Rógvi Hansen hava fyrilestur um møguleikar hjá fólki við epilepsi at fáa koyrikort og um samanhangin ímillum beinbroyskni og epilepsi. Tað gjørdi hann eisini, men síðani helt hann ein ikki minni áhugaverdan fyrilestur um kannabis sum heilivág ímóti epilepsi.

Royndir aðrastaðni, serliga í USA, við kannabisviðgerð hava víst góð góð úrslit, men á okkara leiðum hevur lítil og ongin læknafrøðilig kanning av kannabis verið hesi seinastu 50 árini.

Bjarki á Rógvi Hansen legði dent á, at kannabis ikki er nakar undurheilivágur ímóti epilepsi, men vísti á, at greiðar ábendingar eru um positivan virknað í ávísum førum og serliga, tá kannabis verður brúkt saman við aðrari viðgerð.

Meira gransking og fleiri viðgerðarroyndir eru tó neyðugar, fyri at læknar skulu hava eitt haldgott grundarlag at mæla til kannabisviðgerð á, staðfesti hann. Og so er tað eisini tann stóra forðingin, at kannabis verður roknað sum rúsevni og onki annað í danska kongaríkinum, og tí er evnið ógvuliga strangt regulerað í lógarverkinum.


Nevndin óbroytt

Á aðalfundinum stóðu Mari Johannesen og Elma Berg Danielsen fyri vali, og ein tiltakslimur skuldi eisini veljast. Tær báðar blivu afturvaldar uttan mótvalevni, og Ingolf S. Olsen varð valdur sum tiltakslimur.
Nevndin skipaði seg eftir aðalfundin og er óbroytt. Randfríð Sørensen er forkvinna, Mari Johannesen næstforkvinna, Elma Berg Danielsen kassameistari, Elsa M. Davidsen skrivari og Ida Justinussen nevndarlimur. Tiltakslimir eru Ása Østerø og Ingolf S. Olsen.

placeholder

Meira langlesnaður