Er høgrapopulisman blivin minni populer?

Er høgrapopulisman blivin minni populer?

Um valið í Niðurlondum

2017-04-26 12:29 Author image
Dimma

Sokallaða høgrapopulisman stendur í blóma í løtuni í vesturheiminum. Fyrst kom Brexit, so kom Donald Trump, og nú í 2017 standa trý ógvuliga týdningarmikil val fyri framman í Evropa. Ella rættari skrivað, tvey standa fyri framman og tað fyrsta av hesum valum fór afturum næstseinasta mikudag, tann 15. mars 2017, í Niðurlondum. Har stóð høgrapopulisturin Geert Wilders úr Frælsisflokkinum til at gerast tann stóri sigursharrin. Men endaliga valúrslitið hjá honum livdi tó ikki heilt upp til spádómarnar áðrenn valið.


Lunkað framgongd til Wilders
Hóast Frælsisflokkurin hjá Geert Wilders ikki gjørdist stóri sigursharrin sum væntað, so gekk flokkurin tó fram við fimm tingsessum, úr 15 upp í 20 tingsessir, og er nú næststørsti flokkur í Niðurlondum. Valúrslitið hjá Frælsisflokkinum – sum fekk sokallaða hóvliga partin av Evropa at meta, at tey hesaferð sluppu við hvøkkinum – skal síggjast í ljósinum av, at Frælsisflokkurin seinasta árið hevur verið spáddur upp til tað dupulta talið av tingsessum, sum hann endaði við at fáa – t.e. eini 40 tingsessir av teimum 150 tingsessunum, sum eru í Umboðsmannatinginum, í teimum bjartastu veljarakanningunum. Høvdu veljaraforsagnirnar verðið veruleiki, hevði flokkurin endað við at verið væl tann størsti flokkurin í Niðurlondum.

Hetta hevði kunnað skapað eina høgrapopulistiska flóðaldu yvir Evropa seinni í ár, fyrst við komandi forsetavali í Frankaríki tann 23. apríl, og síðani við kanslaravali í Týsklandi tann 24. september í ár. Ikki tí, einki er avgjørt enn í hvørki Frankaríki ella Týsklandi, men valúrslitið hjá Frælsisflokkinum verður tó tulkað soleiðis, at høgrapopulisman ikki er eins sterk sum væntað. 2017 er somuleiðis árið, har Evropeiska Samveldið hevur sín 60 ára føðingardag. Og eisini árið, har Evropeiska Samveldið er fyri sínum størsta tapi í søgu sínari, nevniliga við at Bretland, sum fyrsta ES-landið nakrantíð, velur at fara úr Evropeiska Samveldinum. Eftir ætlan byrjar útmeldingartilgongdin hjá Bretlandi komandi mikudag, tann 29. mars 2017.


Vinnarar og taparar í Niðurlondum
Tað gjørdist í staðin núverandi forsætisráðharraflokkurin VVD við Mark Rutte á odda, sum vann niðurlendska valið. Flokkurin hevði eina afturgongd á átta tingsessir, men er tó framvegis væl størsti flokkur við 33 tingsessum, móti teimum 20 tingsessunum hjá Wilders. Mark Rutte hevur verið forsætisráðharri í Niðurlondum síðani 2010. Men nógv ringast gekk tað hjá niðurlendska javnaðarflokkurin PvdA, sum fór nærum í sor – úr 38 tingsessum niður í níggju tingsessir – ein afturgongd á 29 tingsessir. PvdA hevur sitið í stjórn saman við Mark Rutte og VVD síðani 2012, og PvdA hevði somuleiðis varaforsætisráðharran seinasta valskeið.

Tað eru ivaleyst fleiri orsøkir til, at Frælsisflokkurin hjá Geert Wilders ikki gjørdist so stórur sum væntað, men søguliga sæð hevur flokkurin altíð staðið seg betur í veljarakanningum, enn til sjálv valini. Og eisini hevur tað allarhelst hava stóra ávirkan á valúrslitið, at flestu stóru flokkarnir áðrenn valið boðaðu frá, at teir fóru ikki at samstarva við Frælsisflokkin eftir valið. Og til seinast var eisini mett, at Frælsisflokkurin misti nakað av momentum, tá Geert Wilders valdi at takka nei til tveir av teimum fýra stóru veljarafundunum.


Høgrapopulisman í Niðurlondum
Hóast Niðurlond, ella tað sum vit vanliga nevna Holland, man vera eitt av frælslyntastu londum í heiminum, tá hugsað verður um, hvat er lógligt ella ei, so prutlar tað tó undir lokinum í humanistisku grýtuni. Tað eru mong í Niðurlondum sum meta, at hetta frælslyndi er undir trýsti, serliga av islam. Hetta hevur givið høgrapopulistiskum persónum sum eitt nú Pim Fortuyn, Ayaan Hirsi Ali og Geert Wilders stóra veljarafjøld.


Pim Fortuyn
Pim Fortuyn var ein niðurlendskur politikkari, sosiologur, rithøvundi og professari, sum stovnaði sín egna politiska flokk “Pim Fortuyn List” í 2002. Pim Fortyun fjaldi ikki, at hann var samkyndur, og hann bleiv kendur fyri sínar provokerandi og kontroversiellu útsøgnir um fjølmentan, innflyting og islam. Hann bleiv skjótt alment lagdur undir at vera høgrapopulistur, men sjálvur var hann als ikki samdur í hesum spjaldri. Pim Fortuyn tók alment frástøðu frá slíkum uttast-á-høgraveinginum-politikkarum, sum eitt nú Jörg Haider úr Eysturríki og Jean-Marie Le Pen úr Fraklandi.

Pim Fortuyn var útbúgving sosiologur við doktaragrad í sosiologi. Yrkisleið hansara byrjaði sum undirvísari í sosiologi á ymsum lærdum háskúlum í Niðurlondum. Men so við og við bleiv hann meiri ein alment kendur persónur, sum helt fyrilestrar, skrivaði bøkur og eisini skrivaði teigar til ymisk bløð, og nærkaðist hann harvið alsamt einari politiskari tilveru. 26. november 2001 bleiv hann valdur sum floksformaður í tá júst stovnaða flokkinum “Eini liviligari Niðurlond” við stórum meiriluta – hetta var stutt undan valinum í 2002 í Niðurlondum. Men longu 9. februar 2002, í eini samrøðu við niðurlendsku avísina Volkskrant, hevði hann úttalað seg so kontroversielt, at hann bleiv koyrdur frá sum floksformaður.


Pim Fortuyn List
Hann stovnaði tí í staðin sín egna flokk, sum nevndist Pim Fortuyn List, tann 11. februar 2002. Og hann fekk nógvar av sínum stuðulsmonnum úr fyrrverandi flokki sínum við sær. Hann stóð á odda fyri tí lokala flokslistanum “Eitt liviligari Rotterdam”, og vann stórsigur á økisvalinum í Rotterdam í mars 2002. Flokkurin fekk 36% av atkvøðunum og gjørdist størsti flokkur til økisvalið. Hetta var samstundis fyrstu ferð síðani annan veraldarbardaga, at niðurlendski javnaðarflokkurin ikki vann valdið í Rotterdam.


Myrdur og valdur
Valsigurin til økisvalið í Rotterdam gjørdi, at Pim Fortuyn fekk ógvuliga stóru umrøðu í øllum Niðurlondum. Og dugdi hann eisini sera væl at fáa sum mest burtur úr hesari umrøðu. Sjálvt valið til umboðsmannatingið í Niðurlondum var sett at verða 15. mai 2002. Men hansara kontroversiellu útsøgnir, skaptu eisini mótstøðufólk út yvir tað vanliga. Tann 6. mai 2002 – einans níggju dagar áðrenn valið í Niðurlondum – bleiv Pim Fortuyn myrdur av umhvørvisstríðsmanninum Volkert van der Graaf. Hetta var fyrsta politiska morðið í Niðurlondum síðani 1672, um sæð verður burtur frá øðrum veraldarbardaga.

Av tí at atkvøðuseðlarnir longu vóru gjørdir, og at lógin í Niðurlondum ikki loyvdi tillagingum í atkvøðuseðlunum, so stóð Pim Fortuyn og flokkur hansara framvegis á atkvøðuseðlunum til valið 15. mai 2002. Pim Fortuyn List fekk heili 17% av atkvøðunum og 26 tingsessir, og gjørdist næststørsti flokkur á valinum. Flokkurin kom eisini í stjórn eftir valið. Men vegna vantandi floksstýring kollsigldi stjórnin og nýval bleiv útskrivað longu í 2003. Til hetta valið fekk flokkurin einans 5,6% og átta tingsessir. Og til valið í 2006 fór flokkurin heilt niður á 0,2% og vann ongan tingsess.


Geert Wilders og Frælsisflokkurin
Men samstundis sum Pim Fortuyn List bleiv atkvøddur út úr Umboðsmannatinginum í 2006, so bleiv Frælsisflokkurin hjá Geert Wilders atkvøddur inn í Umboðsmannatingið við 5,9% og níggju tingsessum. Hetta var tó ikki fyrstu ferð, at Geert Wilders gjørdi vart við seg í politikki. Longu sum 27 ára gamal í 1990, bleiv Geert Wilders settur sum parlamentariskur hjálparmaður hjá táverandi formanninum í VVD flokkinum, Frits Bolkestein, og røkti hann hetta starv fram til 1998. VVD er flokkurin, sum síðani 2010 hevur havt forsætisráðharran í Niðurlondum, Mark Rutte.

Í 1997 bleiv Geert Wilders valdur í kommunustýrið í býnum Utrecht fyri VVD flokkin. Og longu árið eftir, í 1998, bleiv Wilders valdur í Umboðsmannatingið í Niðurlondum, somuleiðis fyri VVD flokkin. Fyrstu árini var hann tó ikki nakar kendur ella sjónligur politikkari. Tað var ikki fyrr enn í 2002, tá hann bleiv settur sum politiskur talsmaður fyri VVD flokkin, at hansara sjónarmið um serliga islamiska ekstremismu, gjørdu hann bæði víðagitnan og tiltiknan. Men longu í 2004 var vorðið ov langt millum sjónarmiðini hjá Wilders og sjónarmiðini VVD flokkinum. Hann bleiv tí burturvístur úr flokkinum í 2004, og byrjaði samstundis sín egna flokk í september 2004 – Frælsisflokkin.


Ávirkanin av Frælsisflokkinum
Frælsisflokkurin hevur stútt vaksið seg størri, síðani hann fyrstu ferð stillaði upp til Umboðsmannatingið í 2006. Og til valið í 2010 fekk hann enn størri undurtøku, enn hann fekk til valið hesaferð – heili 15,4% av atkvøðunum og 24 tingsessir. Hann gjørdist tá triðstørsti flokkur í Umboðsmannatinginum, í mun til næststørsti flokkur til valið hesaferð. Og tíðarskeiðið 2010-2012 var hann eisini stuðulsflokkurin hjá stjórnini, men valdi at taka seg aftur sum stuðulsflokkur í 2012, og val bleiv skrivað út í ótíð. Tá fór flokkurin aftur til 10,1% og 15 tingsessir.

Hóast Frælsisflokkurin bleiv næststørsti flokkur í Niðurlondum til hetta valið, so verður tað trupult hjá honum at fáa nakra ítøkiliga ávirkan. Teir flestu stóru flokkarnir nokta nevniliga at samstarva við Frælsisflokkinum, og gjørdu teir eisini hetta greitt fyri veljaranum áðrenn valið. Men hetta merkir tó ikki, at flokkurin onga ávirkan fær. Flestu viðmerkjarar eru nevniliga samdir um, at veruliga ávirkanin frá Frælsisflokkinum serliga skal metast út frá, at flokkurin hevur megnað at flutt tí yvirskipaðu politisku dagsskránna. At vallyfti og politiskar útsagnir, sum fyri kortari tíð síðani vóru óhugsandi hjá teimum etableraðu politisku flokkunum at koma við, í dag als ikki eru so óvanligar. So miðjan er flutt... til høgru.

Meira langlesnaður