Eric Clapton missir tamarhaldið á sínum gittara

2016-06-17 13:10 Author image
Dimma

Tað, sum einaferð var eitt spæl, er vorðið ein kampur hjá ”mister slowhand”.

- Eg havi verið ringur í pínu seinnu árini. Tað byrjaði við pínu niðarlaga í rygginum, og síðan flutti tað seg til útnervalagið, sum tey kalla tað, har tú kennir tað sum elektriskir skjálvtar fara niður gjøgnum beinini, sigur Eric Clapton við Classic Rock Magasin.

Eric hevur fingið skaða á nervaskipanina, sum hevur gjørt tað eitt stríð hjá honum at fáa tamarhald á ljóðførinum, sum mestsum hevur gjørt hann til halgimenni sum blues- og rockgittaristur. 71 ára gamli Eric Clapton sigur seg vera noyddan at sláa seg til tols við tað at gerast gamal. Men tað kann hann væl liva við.

Maðurin, sum í serliga 60- og 70 árunum vann sær heiðurin at vera ein av heimsins bestu gittaristum, livdi harða rock’n roll-lívið og gjørdist bundin av alkoholi og rúsevnum – serliga kokain og heroin.

- Við tað at eg eri komin úr alkohol- og rúsevnamisnýtslu, eri eg glaður um bara at vera á lívi. Eg skuldi langt síðan verið farin hiðani. Av onkrari orsøk eri eg hálaður úr tonnunum á hávunum í helviti, og eg havi fingið ein eyka møguleika, sigur Eric Clapton sambært The Telegraph.

   

 

placeholder

Meira langlesnaður