Erik Skyum-Nielsen fær norðurlendsku týðaravirðislønina

2016-05-31 09:02 Author image
Dimma

Hetta er fimta árið, at norðurlendski mentanargrunnurin,  Letterstedtska Föreningen i Stockholm, letur norðurlendsku týðaravirðirslønina. Hesa ferð fær danski universitetslektarin og umsetarin Erik Skyum-Nielsen, sum fær viðurkenningina fyri sítt virksemi sum týðari millum norðurlendsk mál.

Virðislønin er á 50.000 krónur.

Grundgevingin hjá dómsnevndini fyri at lata Erik Skyum-Nielsen virðislønina er, at hann hevur evnað at miðla eina ríka mongd av teimum frægastu íslendsku og føroysku verkunum til allan tann norðurlendska lesaraskaran:

”Erik Skyum-Nielsen er Danmarks fremmeste oversætter af nord-atlantisk litteratur og dennes ufortrødne fortaler i det nordiske kulturliv.  Hans oversættelser  -  rækkende fra de klassiske tekster til den helt moderne, komplicerede poesi, - har ved  deres præcise, lydhøre fortolkning evnet at formidle en rig mængde af Islands og Færøernes mest kvalificerede værker til hele den nordiske læserverden.

Erik Skyum-Nielsen (f. 1952) er magistari í norðurlendskum bókmentum, fyrrverandi lektari á Háskóla Íslands, nú á Københavns Universitet. Hann hevur verið ummælari á Informatión, hann er rithøvundur, heldur fyrilestrar og týðir bókmentir. Hann hevur eitt nú umsett Aslaug Sigurdardottir, Thor Vilhjálmsson , Einar Már Gudmundsson og Gyrdir Eliasson úr íslendskum, og Carl Johan Jensen og Jóanes Nielsen úr føroyskum til danskt.

Grunnurin, ið letur norðurlendsku týðaravirðsilønina, hevur sítt fæ frá Lars-Olof Nyhlén og kona hansara Marthe. Virðislønin verður handað seinni í ár.

placeholder

Meira langlesnaður