Erlendur Simonsen vann svimjingina um Nólsoyarfjørð

2016-08-13 20:18 Author image
Dimma

Erlendur Simonsen hevur verið við hvørja ferð síðan 1998, svomið hevur verið um kapp úr Havn til Nólsoyar á Ovastevnu. Helst eru nógvu royndirnar komnar honum til góðar, tí Erlendur vann eisini kappingina í dag.

16 djarvir havsvimjarar fóru við streyminum suður gjøgnum Nólsoyarfjørð fyri síðan at vinna upp land og renna um heiðursportrið í Nólsoy, har sjálvt málið var.

Erlendur brúkti 1 tíma 11 minuttir og 3 sekund um teinin. Nummar tvey var Erling Eidesgaard (1:12:33), og síðan komu Benjamin Series (1:13:03), Oluf Færø, Erling Høgnesen og Evald Rasmussen. Fremsta kvinnan, Kristina Eliasen, kom í mál á sjeynda plássi við tíðini 1:17:53.

Teinurin um Nólsoyarfjørð er einar fýra kilometrar.

Meira langlesnaður