ES í kreppu eftir Brexit

2016-07-02 16:25 Author image
Jákup Højgaard

Fráboðanir um illgerðir ímóti útlendingum í Bretlandi eru vaksandi, og serliga unga fólkið í bretlandi eru ill, tí at ein stórur meiriluti av teimum atkvøddu fyri at vera verandi í ES. 

Tað byrjaði við, at David Cameron gjørdi eina roynd at savna sín egna flokk, og tað endaði við, at alt Evropa er í bíðistøðu. Ongin veit hvat verður tað næsta, og um ES fer at megna at steðga vaksandi stuðlinum, sum nógvar ES skeptiskar rørlsur hava í Evropa. 

Í Bretlandi eru stórar innanhýsis flokstrætur í báðum teimum stóru flokkunum. Í arbeiðaraflokkinum er misálit ímillum tingliminir á formaninn, Jeremy Corbyn, sum sjálvur hevur boðað frá, at hann ikki leggur frá sær. 

Í nýggjastu Dimmalætting er størri grein um fylgjurnar í Evropa eftir Brexit. Dimmalætting hevur eisini tosa við føroyingar, ið búgva í bretlandi, um støðuna í bretlandi eftir valið. 

  

   

placeholder

Meira langlesnaður