Fiskivinnan í Bretlandi í tvíningum um ES-limaskap

2016-05-06 00:00 Author image
Dimma

Ein fólkaatkvøða skal siga, hvørt Bretland skal vera inni ella úti. Valstríðið er byrjað og skotgrøvirnar eru grivnar. Nógvir prominentir politikkarar hava sett sína striku í sandin og argumenterað fyri síni støðu. Sum altíð í slíkum kampanjum, so er alt prátið ógvuliga politiskt. Orð sum handilsavtalur, samráðingar og búskapur verða dúgliga brúkt, men tað er torført at fáa fólk at seta tíð av at lurta, tí tað er milt sagt ein óáhugaverd diskussión fyri tey flestu. Kjakið og prátið er ov háfloygt. Eitt stað, har ið prátið hinvegin ikki er háfloygt, men ógvuliga veruligt og ópolerað, er í landnyrðingshorninum av Skotlandi, í fiskivinnubýunum Peterhead og Fraserburgh. Har er millum lítil og eingin ivi um, hvat fiskimenn fara at atkvøða: Bretland skal langt út úr ES! Tó eru ósamdar røddir eisini at hóma ímillum rópini


Peterhead og Fraserburgh

Tveir lutfalsliga evarska lítir býir í Aberdeenshire, við góðum 18.000 og 13.000 íbúgvum, ið eru vælkendir í Føroyum, serliga av sjómonnum.
Sunnanfyri Skotland eru tað neyvan fleiri, ið kennast við býirnar, hóast teir teljast millum størstu fiskivinnubýir í Bretlandi. Kanska teir størstu. Teir fáa ikki nógva umtalu í fjølmiðlum, tí vanliga hendir ikki nógv annað enn tað, ið hevur við fiskivinnu at gera, og tað hevur lítlan áhuga millum fólk. Fiskivinnan telur minni enn 1% av samlaða bretska BTÚ, og tí hevur hon eisini lítlan áhuga millum politikkarar. Samlaða talið av fiskimonnum í Bretlandi er eisini fallandi, ið eisini hevur eina neiliga ávirkan á fokusið, ið bretskir politikkarar seta fiskivinnuni til síðis. Fyri fólkini í Peterhead og Fraserburgh er fiskivinnan tó alt annað enn óáhugaverd, men hevur stórt virði. Fiskivinnan, bæði á sjógvi og landi, er enn høvuðsvinna í báðum støðum og ávirkar í stóran mun teirra sjónarmið á komandi fólkaatkvøðuna.

 

Fiskimenn vilja út

“Umsitingarfólk í Brússel, ið ikki eru fólkavald, leggja einki í lokal samfeløg. Alt mítt lív havi eg bíðað eftir hesi fókaatkvøðuni um ES-limaskapin. Eg velji Út”.

Orðini eigur Jimmy Buchan, sjómaður úr Peterhead, í viðtalu við BBC. Hann finst harðliga at fiskivinnuumsitingini í ES. Hann dylir heldur ikki fyri sínum sjónarmiði. Fiskivinnan í Skotlandi er í tí stóra og heila samd við Jimmy Buchan. Í nógv ár hevur verið funnist at, hvussu fiskivinnan verður miðstýrd úr ES, uttan at taka atlit til ymsu áhugamálini og umstøðurnar hjá teim ymsu limalondunum. Mest møguliga veiðunøgd verður ásett, við frøðiligum metingum sum grundarlagi, og síðani skal hvør laga seg eftir tí. Um ein fiskar ov nógv av einum fiskaslagi, skal tað tveitast út aftur.

Hetta slag av fiskiskapi hevur verið fyri hvøssum atfinningum og verður sæð sum ein stórur partur av one-size-fits-all politikkinum hjá ES. Eisini eru umhvørvisárini stór. Hesum vil ES ganga á møti við at avtaka útblakingina ígjøgnum nøkur ár. Í staðin skal alt takast til lands, eisini hjáveiða, men hon kann mótroknast kvotuni, ið roynt verður eftir. Hetta verður eisini sæð sum ein straffur móti sjófólki.

Dennis Avery, skipari úr Grimsby, er líka bersøgin sum Jimmy Buchan. Hann vil verða við, at tá ES byrjaði at áseta kvotur við tí eina endamáli at verja fiskastovnar, byrjaði fiskivinnan í Bretlandi at doyggja, og hon er minkað síðan. Avery vil verða við, at ES eigur ábyrgdina av, at menningin í Grimsby helt uppat og býurin spakuliga doyr út.
Hvørt ár fara politikkarar til evropeiska meginlandið at samráðast um, hvussu nógv bretskir fiskimenn kunnu fiska, og sjónarmiðið í vinnuni er stórt sæð, at Bretland hevur vánaligar treytir.
Sjófólkið í Bretlandi vil hava ábyrgdina av teirra sjóøki aftur á bretskar hendur. Teir vilja stýra sínum egna fiskiskapi, uttan at ES skal blanda seg uppí og stýra, hvussu fiskivinnan verður skipað.
Ymsu felagsskapirnir av sjómonnum og reiðaríum hava ikki eina felags linju, men siga, at flestu av teirra limum fara at atkvøða fyri at fara úr ES.

 

Politikkarar meira ivasamir

Ikki óvæntað, so eru lokalir politikkarar varnari í sínum útsøgnum enn arbeiðsfólkið. Christian Allard, limur í skotska løgtinginum, umboðani Aberdeenshire, sigur, at tað hevði verið verri fyri fiskivinnuna at vera uttanfyri heldur enn innanfyri, hóast hann skilir, hví fiskivinnan ikki er ovurfegin um ES-limaskapin: “Innanfyri kunnu vit samráðast sum javnlíkar. Uttanfyri vildi tað verið munandi verri at fingið góðar avtalur, tí tá eru vit ikki javnir partar.”
Charles Buchan, limur í Aberdeenshire Council, er samdur við Christian Allard. Hann vísir á, at í verandi støðu kunnu fiskimenn lættliga landa sín fisk í m.a. Danmark og Týsklandi, og at tað kundi verið ein vanlukka, um bondini við ES verða slitin. Eisini hava Peterhead og Fraserburgh fingið tíggjutals milliónir pund í menningarstuðli frá ES, ið er farin beinleiðis til menning av t.d. havnarløgum.

Nógvir ivaspurningar

Tað eru nógv ivamál, ið enn standa ósvaraði fyri bretsku fiskivinnuna, um meiriluti verður fyri at fara úr ES. Hvussu verður við útflutningi av fiski? Nógv tann størsti parturin verður útfluttur til ES-lond. Summi vilja verða við, at tað fer ikki at ávirka, men fleiri ivast, serliga í kjalarvørrinum av útsøgnunum hjá Barack Obama, har hann vísti á, at Bretland fór afturum í røðini, hvat samráðingum av handilsavtalum viðvíkur. Hvussu vil tað ávirka fiskivinnuna?
Víst verður eisini til lond uttanfyri ES, ið tó hava góðar avtalur. Tað eru lond sum Føroyar, Norra og Ísland. Øll standa uttanfyri, men hava góðar avtalur. Tað kann brúkast sum fyridømi.
Tað slepst tó ikki undan, at fiskifør úr øðrum londum fara at fiska í bretskum sjóøki og eisini vilja bretar sleppa í annan sjógv, men argumentið ljóðar uppá, at tær avtalur kunnu bretar standa fyri sjálvir.

 

Ímynd av tí størra kjakinum

Í veruleikanum er kjakið um fiskivinnuna, sum í stóran mun hendir í Skotlandi, ein ímynd av tí størra kjakinum. Umsiting uttan lokal atlit hevur oyðilagt meir enn gott er, og fólkið vil úr ES av tí sama. Politikkarar og myndugleikar annars eru meira varnir, tí eitt samstarv við ES hevur ikki bara havt ringa ávirkan. Samhandil við ES-lond er eitt dømi uppá tað.
Hvussu tað til endans vil síggja út er ringt at siga, men eitt er tó vist: Fiskimenn vilja úr ES. Hóast politisk valevnir hava lovað, at teir taka fiskimenn uppá ráð, er óvist, hvussu nógv teirra rødd vigar í síðsta enda, tí fiskimennirnir fækka í stórum og rødd teirra við.

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður