ES bjargar Grikkalandi við risastórum láni

2016-05-25 10:43 Author image
Dimma

Grikkaland hevur gingið undir krøvini frá Evropa eftir maratonfundin, sum var hildin í Brússel í nátt. Grikska stjórnin skyldar 180% av bruttotjóðarúrtøkuni, og tað er hendan skuldin, sum skal rindast við láninum frá ES-londunum. Tað skriva fleiri altjóða miðlar í morgun.

- Hetta er ein sera týðandi løta fyri okkum øll, sigur talsmaðurin Jeroen Dijsselbloem, sum er niðurlendskur fíggjarmálaráðharri og hevur staðið á odda fyri ES í samráðingunum.

ES-londini eru vorðin samd um at seta í verk ein pakka við tiltøkum, sum skal lætta um griksku skuldarbyrðina, har afturgjaldskrøvini verða linkað nakað.

Talan verður tó undir ongum umstøðum talan um at strika skuldina hjá Grikkalandi, men pengarnir koma til Grikkalands, so hvørt landið gjøgnumførir nakrar ábøtur í búskapinum.

Um Grikkaland gjøgnumførir allar reformar, sum eru avtalaðir, so fær landið næstu mánaðirnar 10,3 milliardir evrur, sum svara til 77 milliardir krónur. Peningurin fellur í fleiri pørtum, har tær fyrstu 56 milliardirnar koma í seinnu helvt av juni, so Grikkaland kann halda samfelagnum koyrandi.

Avtalan millum Grikkaland og ES hevur sera stóran týdning fyri allan búskapin í Evropa eru altjóða eygleiðarar samdir um.

placeholder

Meira langlesnaður