E-sigarettir vinda upp á seg

2016-05-25 16:01 Author image
Dimma

Talið av fólkum, ið hava roynt sokallaðar e-sigarettir, er nógv økt seinastu tvey árini. Hetta vísir ein umfatandi evropeisk kanning, sum er almannakunngjørd hesa vikuna, skrivar Reuter.

Kanningin, sum er gjørd av vísindafólkum á Britain's Imperial College London, hevur hugt eftir hugburðinum til og nýtsluni av e-sigarettum í Evropa millum 2012 og 2014.

Kanningin sigur, at Frakland hevur hægstu nýtsluna, og at talið er farið frá 7,3 til 21,3 prosent, sum hava roynt e-sigarettina. Tað er ein trífalding. Í Bretlandi er nýtslan økt úr 8,9 prosentum í 2012 til 15,5 prosent í 2014.

Kanningin byggir á 53.000 spurdar evropearar, minst 1000 í hvørjum landi. Kanningin vísir eisini, at nú halda nærum tvær ferðir so nógv fólk, at e-sigarettir eru vandamiklar. Tað halda nú 51 prosent.

”Kanningin vísir, at e-sigarettirnar eru vorðnar sera væl umtóktar, og at meira enn tíggjundi hvør hevur roynt sigarettirnar, sigur Filippos Filippos Filippidis, sum er leiðari fyri kanningini, ið er almannakunngjørd í BMJ Tobacco Control.

Spurningurin er so, um ella hvussu vandamikið tað er at roykja e-sigarettir. Granskararnir siga, at teir mugu vita meira, áðrenn teir kunnu siga nakað nærri, serliga um langtíðarárinið.

Sum frostveska

E-sigarettir hava ofta ein meinaleysan smakk av t.d. sjokolátu, jarðberjum, lakress ella líknandi. Spurningurin er, um tær eisini eru meinaleysar fyri heilsuna.

Eitt nú eru nikotin í sigarettunum, og umframt at tað er vanaelvandi, so vísa kanningar, at nikotin økir vandan fyri blóðproppum.

Kanningar vísa tó, at e-sigerettir elva til minni skaða á lunguni enn vanligar sigerettir. Danska heilsustýrið vísir tó á, at veskan, sum verður brúkt í e-sigarettum er vanliga propylen-glycol og glycerin.

- Hetta eru evni, ið minna um evnini í frostvesku, sum verður koyrd í bilar, sigur Jørgen Falk, ráðgevi í Heilsustýrinum, við videnskab.dk.


Óvissur vandi

Samanumtikið vilja granskarar ikki siga nakað um langtíðarárinið av at roykja e-sigarettir. Granskingaryvirlæknin á Glostrup Hospital, Charlotte Pisinger, sigur við videnskab.dk, at vandin er til staðar.

- Tað er eingin ivi um, at tað ikki er uttan vanda at brúka e-sigarettir, men skaðin er helst minni enn við vanligum sigarettum. Men vit kunnu einki siga við vissu, tí vit kenna ikki langtíðarárinið. Tær hava ikki verið nóg leingi á marknaðinum til, at ávirkanin er komin og kann blíva skjalprógvað, sigur Charlotte Pisinger frá Glostrup Hospital.

Tað er ólógligt at selja veskuna til e-sigarettir í Føroyum. Tó eru nógv, ið brúka e-sigerettir, sum tey hava við sær av ferðum uttanlands.

Meira langlesnaður