Etnisk útreinsan í Myanmar

Mynd: epa.eu

Etnisk útreinsan í Myanmar

2017-09-13 16:03 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Rohingya muslimar hava hildið til í Myanmar í mong ættarlið. Hóast hetta, hava teir aldrin verið góðkendir sum íbúgvar í Myanmar og eru leingi blivnir forfylgdir og illa viðfarnir. Tískil er tað ikki óvanligt at rohingyafólkini velja at flyta úr Myanmar.

Men seinasta mánaðan eru rohingyafólkini byrjaði at flýggja úr Myanmar í hópatalið. Tann 25. august hendi tað, at nakrir víðgongdir rohingyamenn lupu á nakrar politistøðir í Myanmar. Hetta fekk myanmarska herin at svar sera ógvusliga aftur, og er eldur settur á fleiri rohingyabygdir. Tað skrivar DR. 

Hendan forfylgingin er blivin so ógvuslig, at seinasta mánaðin er ein triðingur av teimum 1,1 milliónum rohingyafólkinum flýggja úr Myanmar, tvørtur um markið til Bangladesh. Tað er umleið 300.000 fólk. Um gongdin heldur fram við somu ferð, verða øll rohingyafólkini í Myanmar flýggjaði um ein mánaða. 
ST kallar hetta eitt skúladømi uppá etniska útreinsing. 

Rohingyafólkini eru ikki væl lýdd millum buddistiska fleirtalið í Myanmar. Tí kann hugsast, at myanmarski herurin hevur fólkið við sær, í sínu harðrendu viðferð av rohingyafólkinum.

Politiski leiðarin í Myanmar, Aung San Suu Kyi, er undir stórum trýsti frá útheiminum fyri at ikki handfara støðuna nóg væl. 

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður