Eva og Thomas fingu Eik legat

2016-07-04 20:52 Author image
Jákup Højgaard

Stórur áhugi var fyri Eik legatinum, ið er ætlað ungum til uttanlandsuppihald í sambandi við útbúgving. Hetta er fyrstu ferð, at Eik gevur legatið. Eva Drewsen og Thomas H. L. Giehm fingu 15.000 krónur í part til uttanlandsuppihald teirra í Sydney og París. 

Eva Drewsen lesur KT-menning á IT-Universitetinum í Keypmannahavn. Hon hevur tikið Bachelor á Fróðskaparsetrinum og er nú undir Kandidatútbúgving í Danmark. Legatið frá Eik skal nýtast til eina lestrarhálvu á University of Technology í Sydney, Australia, sum byrjar um tvær vikur. 

Thomas H. L. Giehm lesur Master í International Affairs á Graduate Institute of International and Development Studies í Genéve. Eik legatið er givið honum í samband við starvsvenjing í París hjá International Energy Agency (IEA) hjá OECD felagsskapinum. 

-Vit eru av teirri fatan, at tað kann vera sera gevandi at leita sær íblástur uttan fyri sjálvt útbúgvingarstaðið, og tað vilja vit fegin gera møguligt, sigur Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri í Eik í tíðindaskrivi.

Eik legatið er partur av samfelagsgagnliga virkseminum hjá Eik Banka. Legatið verður latið tveimum føroyingum undir útbúgving hvørt hálvár, at brúka til uttanlandsuppihald í sambandi við útbúgvingina. Søkjast kann aftur um Eik legatið seinni í ár. Freistin at søkja er 15. desember.  

   

   

  

  

placeholder

Meira langlesnaður