Begrensað tavsheitsplikt og móðurmálsdagur

2017-03-27 17:10 Author image
Sigmund Vang

“MÓÐURMÁL”?: “Hann dukkar simpilthenn upp við einum kraftigum, presisum úttrykki og einum ydmygum blikki”!?!

Hasi orðini vóru at hoyra í Útvarpinum (tó var ikki talan um útvarpsstarvsfólk) fyri stuttari tíð síðani. Her er ikki talan um Heðin Brú við “málskemti” í “Feðgum á ferð”, men slík orð verða søgd í útvarpssending í 2017!?

BEGRENSAÐ TAVSHEITSPLIKT: Hasi orðini vórðu søgd í Útvarpinum fyri fáum døgum síðani (ikki útvarpsfólk). Útvarpsfólk tosaði um “formildandi umstendigheitir”!

REINLIGHEITSVANVID: “Reinligheitsvanvid, tvangstankar og støvsuga”. Hasi orðini vórðu skrivað til eina útvarpssending! Vit tosa ofta um mun á skrivaðum máli og talumáli (t.v.s. danskligum máli). Nei, ikki veit eg.

ÚTVARPSTÍÐINDI: “Smelta, hann rógvir, alvorligt fornemmilsi, sekkar, millum bøndurnir” o.s.fr.

 Í tíðindasendingum eigur slíkt í hvussu so er ikki at henda!

BLEKKSPRUTTA: Í sjónvarpssending varð hatta orðið bæði skrivað og sagt!?

TVUNGIÐ DANSKT: Í kjaksending í Sjónvarpinum varð tosað um “tvungið” danskt. “Tvungið” er ikki til í føroyskum!

Sagnorðið “tvinga” bendist: tvinga – tvingaði – hevur tvingað!

Navnorðið er “tvingsil” (ikki tvang)!

DANSKT Í MIÐNÁMSSKÚLUM: Margháttligt at hoyra sjónvarpskjak um undirvísing í donskum í miðnámsskúlum! Vildi onkur veruliga vera við, at danskt skuldi styrkjast í miðnámsskúlum, tí 80% av undirvísingartilfarinum er danskt!? Vónandi havi eg misskilt okkurt!?

Er málstøðan so hættislig í miðnámsskúlum viðvíkjandi donskum tilfari, so ræður um sum skjótast at taka annað skinn um bak og fáa undirvísingartilfarið føroyskað! Hvat siga landsins myndugleikar?  

Nú skilji eg betur, hví føroysk-amerikansk genta mátti gevast í miðnámsskúla í Føroyum. Hjá henni er ikki nóg mikið at duga føroyskt og enskt, tí undirvísingartilfarið er danskt! Hetta er “langt úti”.  Nær vakna vit?

Aftur til kjakið: Sambandsmaðurin var tó so frægur, at hann vardi tað sjálvsagda við at hava danskt sum vallærugrein í miðnámsskúlum! Gaman í hevur Sambandsflokkurin nógv á síni móðurmálssamvitsku, men har má eg rósa sambandsmanninum!

Sjálvur eri eg dansklærari og má siga, at eg haldi okkara næmingar í 4. flokki í fólkaskúlanum duga væl danskt. Har er eingin trupulleiki. Tað er hent at duga danskt, men vanliga hava vit so nógv danskt rundan um okkum, at vit ofta hugsa á donskum og tískil tosa eitt blandingsmál (sí omanfyri)! So, góðu tit! Stúrið ikki fyri, at vit ikki duga nóg væl danskt!

MÓÐURMÁLSDAGURIN: Frálíkt tiltak! Til lukku, Suni, við virðislønini! Hon er væl uppiborin (“fortjent” høvdu nógv sagt); tað er hon eisini hjá fyrrverandi vinnarunum!

   

   

 

 

 

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður