Eyðun Gaard settur sum stjóri í Námi

Eyðun Gaard settur sum stjóri í Námi

2017-10-17 12:03 Author image
Innsent

Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, hevur gjørt av at seta Eyðun Gaard í starvið sum stjóri í Námi frá 1. november 2017 at rokna.

Eyðun Gaard er 52 ára gamal og útbúgvin fólkaskúlalærari frá Føroya Læraraskúla í 1994. Harumframt hevur hann nomið sær fleiri eftir- og víðariútbúgvingar. Hann hevur masterútbúgving innan námsfrøðiliga menning frá Danmarks Pædagogiske Universitet frá 2008 og Masterútbúgving í løgfrøði frá Fróðskaparsetri Føroya í 2017.

Eyðun Gaard hevur starvast sum fólkaskúlalærari í fleiri skúlum í Føroyum og Danmark. Í 2004-05 var hann virkandi leiðari í skúlanum á Trøðni, sum tá æt Sernámsdepilin.

Seinastu 10 árini hevur Eyðun Gaard starvast sum leiðari í Yrkisdeplinum undir Mentamálaráðnum, har hann hevur havt ábyrgd av at skipa og fyrisita yrkisútbúgvingarøkið.

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður