Eyka orka og betri tilboð kring landið til endurvenjing

2016-07-04 20:00 Author image
Jákup Højgaard

Fyritreyt fyri at fáa eina nøktandi og samanhangandi tænastu, er at endurvenjing verður raðfest innan allar geirar, sigur tilmælið, ið er handað landstýriskvinnunum Sirið Stenberg og Eyðgunn Samuelsen um skipaða endurvenjing.

Ein arbeiðsbólkur hevur arbeitt við at seta í verk og gera regluverk um skipaða endurvenjing. Málið hevur verið at tryggja eina samanhangandi tænastu, uttan mun til hvør mynduleiki hevur ábygd, og uttan mun til til hvør veitarin er.

Endurvenjingartilboð hava í ávísum førum verið treytað av staðbundnum viðurskiftum, og tað er umráðandi at øll fáa somu møguleikar fyri at fáa endurvenjing, er niðurstøðan í tilmælinum. Fyri at tryggja, at allir borgarar fáa somu endurvenjingartilboð, er kunnandi faldari framleiddur til borgarar og heilsustarvsfólk. Tí hevur tað stóran týdning at talan er um eina samskipaða raðfesting frá øllum pørtum.

Ábyrgdarbýtið millum heilsuverk, almannaverk og kommunur má gerast greiðari í lóggávu. Serkøn endurvenjing skal fara fram á sjúkrahúsunum, meðan Almannaverkið hevur ábygd av at veita almenna endurvenjing, tá ið talan er um borgarar millum 18 og 66 ár fyri at fáa ella varðveita tilknýtið til arbeiðsmarkaðin.

Kommunurnar hava ábyrgd av at veita heimabúgvandi fólkapensjónistum endurvenjing fyri at stimbra hesum at verða verandi í egnum heimi sum longst.

Bólkurin mælir til at ein endurvenjingarætlan fylgir við sjúklinginum, tá ið flutt verður millum geiranar. 

Samstarvið og samskiftið millum ymsu geiranar má styrkjast við samskipan og endurvenjingarætlan, verður sagt.

    

  

placeholder

Meira langlesnaður