Eysturkommuna dýrast at reka

2016-07-07 09:50 Author image
Jógvan Samuelsen

Slakar 11 milliónir krónur kostaði tað at reka Eysturkommunu í 2015.

Og við 2.001 borgara at bera hesa byrðuna merkir tað, at kommunan kostaði 5.305 krónur at reka fyri hvønn borgara.

Við tí gjørdist Eysturkommuna tann kommunan í landinum, sum var dýrast at reka.

Ella í øllum førum av teimum 18 kommununum, sum eru við í yvirlitinum hjá Gjaldstovuni.

Næst dýrasta kommuna í landinum at reka var Fuglafjarðar kommuna, sum kostaði 5.212 krónur fyri hvønn borgara, og síðan Kvívíkar kommuna og Vestmanna kommuna, sum ávikavist kostaðu 4.444 krónur og 4.138 krónur at reka fyri hvønn borgara.

Í hinum endanum lógu Sørvágs kommuna, sum bara kostaði 2.443 krónur pr. borgara, og Sjóvar kommuna sum kostaði 2.682 og síðan Sunda kommuna, sum kostaði 2.712 krónur at reka pr. borgara.

Stóru kommunurnar í landinum, Tórshavnar kommuna og Klaksvíkar kommuna, kostaðu ávikavist 3.547 og 3.606 krónur at reka í 2015 vísa tølini hjá Gjaldstovuni.

Tølini hjá Gjaldstovuni ganga aftur til 2009, og øll árini hevur Eysturkommuna í hægra endanum. Men tað er fyrstu ferð síðan 2009, at Eysturkommuna aftur er dýrasta kommunan at reka pr. borgara.

Í hinum endanum hevur Vága kommuna, sum nú er tann fimtbíligasta kommunan at reka, ligið rættiliga støðug. Tað sama kann í veruleikanum sigast um Sørvágs kommunu, sum eisini í 2014 var bíligasta kommuna at reka.

Bara 18 kommunur eru við í yvirlitinum hjá Gjaldstovuni.

Dagføring: Borgarstjórin í Eysturkommunu ger vart við, at orsøkin til, at hansara kommuna er dýrari at reka enn hinar kommunurnar er, at uppi í rakstrarupphæddini hjá kommununi er, at har eru nakrar milliónir krónur í íløgum. Tað sæst ikki, uttan hugt verður nærri at tølunum.

placeholder

Meira langlesnaður