Eysturkommuna ger barna- og ungdómspolitikk

Mynd: Eysturkommuna.fo

Eysturkommuna ger barna- og ungdómspolitikk

2017-10-18 12:07 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Eystur kommuna er í hesum døgum í ferð við at orða ein barna- og ungdómspolitikk. Hetta arbeiðið byrjaði við at kalla inn fakfólk og áhugabólkar, ið saman komu við íblástri og vegleiðing til hvussu ein slíkur politikkur best kann orðast. Hetta eisini fyri at gera tilgongdina so gjøgnumskygda sum gjørligt.

Endamálið við politikkinum er, at gera kommununa til eitt enn betri stað fyri børn og ung, har trivnaður er í hásæti.

Fakbólkar ið eru bjóðaðir til at orða politikkin eru millum annað lærarir, umboðsfólk í flutningatænastuni, heilsustarvsfólk, starvsfólkum á dagstovnum og frítíðarskúlum, umframt foreldur og eisini tey ungu sjálvi.


Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður