Eysturkommuna skal hava nýggja tilbúgvingarstøð

Mynd: Eysturkommuna

Eysturkommuna skal hava nýggja tilbúgvingarstøð

2017-11-23 09:09 Author image
Leif Láadal

Arbeiðið at byggja eina nýggja tilbúgvingarstøð í Eysturkommunu er boðið út til innbodnar arbeiðstakarar. Lisitatión verður 5. desember og eftir ætlan skal arbeiðið byrja eftir ársskifti og verða liðugt í komandi ár.

Tað skrivar kommunan á heimasíðu síni.

Nýggja støðin verður á gomlu ferjuleguni í Leirvík, omanfyri nýggja virkisbygningin hjá El-Teknik. Hon verður áleið 600 fermetrar til støddar.

- Tørvurin á tilbúgvingarstøð er stórur, staðfestir Sørin S. Djurhuus, tilbúgvingarleiðari í Eysturkommunu. Sløkkiliðið leigar seg í løtuni inn í hølir í Leirvík, og útgerð hjá sløkkiliðinum er á goymslu ymsastaðni í kommununi.

Nýggja tilbúgvingarstøðin gevur sløkkiliðinum munandi betri umstøður at arbeiða í, og samlar alla tilbúgvingarútgerð á einum stað. Samstundis kann nýggi bygningurin brúkast sum ein miðstøð, tá tilbúgvingin verður sett í gongd og sløkkiliðið verður kallað út, sigur Eysturommuna.

placeholder

Meira langlesnaður