Eysturkommuna skeyt 18 milliónir við síðuna av

2016-06-07 17:39 Author image
Sigmund Vang

Eysturkommuna fegnast um frálíku gongdina. Í skrivi, sent miðlunum í dag, skrivar hon millum annað, at 16,1 milliónir krónur koma frá eftirlønargjøldum og frá borgarum sum virka undir eitt nú FAS, DIS og NIS-skipanum. Hetta varð avtalað millum land og kommunur í sambandi við útleggingina av eldraøkinum til kommununar.

Roknskapurin fyri 2015 bleiv viðgjørdur og góðkendur á býráðsfundi í gjár.

Sovevnda RLÚ- úrslitið, tað er úrslit eftir rakstur, løgur og rentukostnað, fyri Eysturkommunu, var eitt avlop á 22,7 mió. kr.

Inntøkurnar frá persónskatti vóru 77,6 milliónir krónur, sum er nógv tað hægsta nakrantíð hjá Eysturkommunu. Rakstrarútreiðslurnar í 2015 vóru 75 milliónir krónur, sum er 800.000 krónur lægri enn mett.

Rakstrarútreiðslurnar eru hækkaðar nógv í mun til 2014, og kemst hetta av at kommunurnar yvirtóku eldraøkið tann 1. januar 2015. Rakstrarútreiðslurnar av eldraøkinum vóru góðar 16 milliónir krónur, sum er ein øking í mun til 2014 upp á 15,4 milliónir krónur. Hinar rakstrarútreiðslurnar eru áleið tær somu sum í 2014.

Eysturkommuna gjørdi íløgur fyri íalt 20,5 milliónir krónur. Størstu íløgurnar, 10 milliónir krónur, eru á tekniska økinum. 2,7 milliónir krónur eru brúktar uppá nýggja býráðshúsið og 2,6 milliónir krónur upp á skúlar og økini rundarum skúlarnar.

Nettoskuldin hjá Eysturkommunu var við árslok 2015 6,6 milliónir krónur, sum er áleið sjey prosent av eini álíkning. Hetta er eisini nógv tann lægsta nettoskuldin hjá Eysturkommunu nakrantíð. Eftir ætlan verða nógvar íløgur gjørdar í ár hjá Eysturkommunu, har íløgan í nýggja býráðshúsið er tann størsta. Mett verður, at nettoskuldin við árslok 2016 verður áleið 30 milliónir krónur, sum svarar til umleið 30 prosent av einari álíkning.


Eysturkommuna umfatar bygdirnar Leirvík, Norðragøtu, Gøtugjógv, Syðrugøtu og undir Gøtueiði.

 

placeholder

Meira langlesnaður