Eysturkommuna: Tilbúgvingarstøðin fer at kosta 11,5 mió

Mynd: Eysturkommuna

Eysturkommuna: Tilbúgvingarstøðin fer at kosta 11,5 mió

2017-12-23 14:24 Author image
Leif Láadal

Sáttmáli er undirskrivaður um byggingina av nýggjari tilbúgvingarstøð í Eysturkommunu. Tilbúgvingarstøðin verður niðan ímóti høvuðsvegnum á gomlu ferjuleguni í Leirvík og verður 600 fermetrar til støddar.

Býráðið samtykti á seinasta býráðsfundi at fara í holt við byggingina, og í hesi vikuni varð sáttmáli undirskrivaður við KBH, El-Teknik og Zacharias Leitisstein, ið áttu lægstu tilboðini uppá ávikavist jørð-, kloakk-, betong-, timbur-, málara- og gólváleggingararbeiði, Zacharias Leitisstein uppá HVS- og ventilatiónsarbeiði, og El-Teknik uppá el-arbeiði, skrivar Eysturkommuna á heimasíðu síni.

Samlaði kostnaðurin av nýggju tilbúgvingarstøðini er mettur at verða 11.499.000 kr. Byrjað verður eftir ársskifti og eftir ætlan verður liðugt síðst í 2018.


Kelda og lesið meira HER

 

 

placeholder

Meira langlesnaður