Kreppan í Evropa kravt sítt fyrsta politiska lív

2016-05-14 15:32 Author image
Simona Midjord

Werner Faymann hevur sitið sum kanslari í Eysturríki seinastu átta árini. Hann hevur verið ein vældámdur politikkari, sum ikki hevur havt slíkan mótvind eins og tann, ið hann hevur kent hesa seinastu tíðina. Tað farna árið ella so er mótstøðan ímóti honum økt somikið nógv, at hann nú sá tað neyðugt at stinga í sekkin. Trýstið byrjaði av álvara, tá hann valdi at skifta kós í flóttafólka- og innflytaraspurninginum.

Tvey-flokka skipan

Síðan seinna heimskríggj hava sosialdemokratiski flokkurin SPÖ og konservativi flokkurin ÖVP sitið á politisku maktini í Eysturríki. Tá er talan bæði um kanslaraembætið og um forsetaembætið. Teir hava annaðhvørt sitið á sessunum sjálvir, ella hevur forseti sitið, ið hevur havt stuðul úr teimum báðum flokkunum. Henda skipan er blivin so væl etablerað, at eftirhondini er forsetaembætið næstan blivið lítið annað enn súmbolskt, tí eingin hevur vikið frá vanligu mannagongdunum, og embætið hjá kanslaranum hevur ikki verið hótt av forsetanum. Tó var rumbul um embætið hjá fyrrverandi ST-aðalskrivaranum Kurt Waldheim, tá hesin sat sum forseti fyri ÖVP frá 1986 til 1992. Hann hevði eina fortíð sum nasistur undir krígnum og fekk m.a. innferðarbann til USA. Tó var alt hetta ikki nokk til at rista grundarlagið undir tí væl staðfestu skipan, ið meir ella minni blokeraði fyri stórvegis ávirkan á eysturríkskan politikk fyri aðrar flokkar enn teir báðar stóru. Tó byrjaði ein tilgongd í 1986, ið nøkur ár seinni skuldi skapa rembingar. Somu rembingar, ið nú gera seg galdandi. Tað var, tá lítli høgravendi flokkurin Frælsisflokkurin (FPÖ) byrjaði eina framgongd undir leiðslu av karismatiska Jörg Haider.

FPÖ ger seg galdandi

Jörg Haider bygdi politikkin hjá FPÖ á ein platform av mótmælum móti immigratión, anti-ES retorikki og við at vekja eina tjóðskaparkenslu hjá eysturríkum. Hetta fall væl til hjá nógvum veljarum, ið vórðu blivnir troyttir av tí gomlu tvey-flokka skipanini. Eisini vórðu tað alt fleiri, ið ynsktu, at politiska skipanin gjørdi meir við spurningin um innflytarar, ið spakuliga gjørdust alt fleiri. Hesum fólkum gav Jörg Haider eina rødd. Somikið sterka rødd, at flokkurin í 1999 gjørdist næststørsti flokkur á valinum. Teir blivu bjóðaðir í samgongu við konservativa ÖVP, men fleiri evropeisk lond løgdu so stórt trýst á leiðsluna í Eysturríki, fyri at mótmæla Frælsisflokkinum og Jörg Haider, at tey kendu tað neyðugt at bakka. FPÖ slapp ikki í stjórn, men mátti hinvegin í andstøðu, hóast stóra fólksliga undirtøku. Tað fall ikki í góða jørð hjá mongum, men flokkurin fánaði spakuliga og alt bleiv við tað gamla aftur. Fyribils í øllum førum, tí nú ger hann innrás aftur á politiska landslagið.

Faymann kroystur og fer frá

Við byrjan av flóttafólkakreppuni í Evropa hevur Eysturríki deilt politikk við Týskland. Merkel og Faymann arbeiddu tætt saman, men eftir at eini 90.000 flóttar vórðu komnir inn til Eysturríkis og fólk byrjaðu at seta stór spurnartekin við opna flóttafólkapolitikkin, avgjørdi stjórnin at skifta kós og ásetti eitt mark á flóttafólk, ið kundu sleppa inn. Markið bleiv sett við 80 flóttar um dagin, ið kundu koma inn til Eysturríkis og 3200 sluppu yvirum markið, um tey skuldu víðari til Týsklands. ES ákærdi Eysturríki fyri at bróta mannarættindasáttmálan, men Faymann noktaði at broyta støðu. Nú mátti tamarhald fáast á støðuna og eisini bleiv eitt partvíst hegn sett framvið markinum millum Eysturríki og Slovakia. Hetta hendi samstundis sum Frælsisflokkurin byrjaði at fáa framgongd í meiningarkanningum og át seg inn á teir stóru flokkarnar. Trýstið á sosialdemokratiska kanslaran byrjaði at økjast. Millum manna var hildið, at hann hevði mist tamarhaldið, og sama kensla hevði sníkt seg inn í hansara egna flokk eisini. At endin á hansara tíð sum kanslari nærkaðist, gjørdist alsamt meira eyðsýnt, tá fyrsta umfar av forsetavalinum var hildið, seinast í apríl mánaði. Norbert Hofer úr FPÖ gjørdi bart og vann fyrsta umfar so dyggiliga við 35%. Nummar tvey gjørdist Alexander Van der Bellen, ið er uttanflokka, við 21%. Av tí eingin fekk 50% ella meir, krevst eitt umfar afturat, men tað verður bert millum nummar eitt og tvey. Valevnið hjá SPÖ, Rudolf Hundstorfer, fekk bert 11%. Bakslátturin móti kanslaranum var so sterkur, at hann bleiv róptur út frá einum 1. mai dags haldi, har hann sjálvur var høvuðsrøðari. Nú hevur hann so tikið avleiðingarnar og sagt seg frá sum kanslari og sum formann í SPÖ. Embætið sum forseti hevur seinnu árini ikki verið tað mest týðandi politiska starvið í Eysturríki, men Hofer hevur ætlanir, skuldi hann komið framat. Millum annað hevur forsetin heimild at uppsiga parlamentið og útskriva val. Nakað, ið hann ætlar at gera sær dælt av.

Tekin uppá eina størri kreppu

Í sjálvum sær er politiska kreppan versnað fyri Eysturríki, men summi tulka tað eisini sum eitt framhald av tí framhaldandi niðurgongd fyri etableraðu politisku skipanina í Evropa. Serliga smáir høgravendir flokkar, ið tora at tala at politisku støðuni, uppliva framgongd og hava gjørt tað í eina tíð. Tað hevur havt við sær, at nógvir stórir flokkar hava tikið til sín tey meira markantu málini, ið síggja út til at geva jaligt afturljóð millum veljarar. Fyrst og fremst hevur tað verið ein kritisk rødd ímóti innflytarum og flóttafólki. Front Nationale í Hollandi, Dansk Folkeparti í Danmark, UKIP í Bretlandi og AfD í Týsklandi. Hesir eru bert nakrir flokkar, ið seinnu árini hava uppliva eina stóra fólksliga framgond, ið eisini sæst aftur á valum. Stóru flokkarnir eru ov fokuseraðir á sokallaðu elituna í samfelagnum og tað sæst ofta aftur í førda politikkinum. Stóra fjøldin av fólkinum verða ofta sett uttanfyri hvat ávirkan umræður, men tað verður afturrindað á valum. Eitt gott dømi er seinasta val hjá Dansk Folkeparti, ið nú er næststørsti flokkur í Danmark og vinnur stórt millum fólkið. Sjálvt sosialdemokratiskir flokkar, ið ofta eru stovnaðir uppá arbeiðarafeløg, tapa ímóti teim smærru, ofta høgravendu, flokkunum. Orsøkirnar eru sjálvandi nógvar, men ofta verður hildið, at fallandi limatalið í politisku flokkunum hevur fingið teir at hugsa øðrvísi. Pengar fáast ikki longur frá limagjøldum, men frá íleggjarum og sponsorum. Tað kann afturrindast í politiskum lyftum. Hvørt hetta fer at broytast við tíðini, nú eitt skifti sæst í politiskum landsløgum, er ringt at siga. Tó kann staðfestast, at flokkar vinna undirtøku á valum og okkurt skulu teir etableraðu flokkarnir gera øðrvísi fyri at vinna ta stóru undirtøku aftur, sum teir einaferð tóku fyri givið.

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður