Flest í fátækraváða á Sandoynni

2016-05-28 19:00 Author image
Dimma

Tað er Hagstova Føroya, sum hevur gjørt tølini fyri landið upp, og tað er ójavnt býtt.

Samanlagt taldu borgarar í fátækraváða í Føroyum 10,8% í 2014, men í bæði Suðurstreymoy og í Eysturoy er talið minni, meðan tað er hægri í hinum sýslunum kring landið. Serliga sígga tølini fyri Sandoynna og Suðuroynna, har talið støðugt er økt ár um ár síðan 2011, men nógv ringast stendr til í Sandoynni.

Í Sandoynni er vandin næstan dupult so stórur sum aðrastaðni í landinum, og heili 19,2 rosent eru í fátækraváða har, meðan taliðfyri Suðuroynna er 15,9.

Einasta stað í landinum, tað gongur rætta vegin, er Norðstreymoy, har talið av teimum í fátækraváða er í minking.

  

  

placeholder

Meira langlesnaður