Fáa ikki røkt okkara uttanríkispolitisku áhugamál nóg væl

Grønlendska landsstýriskvinnan, Suka Fredriksen, og Poul Michelsen, landsstýrismaður. Mynd: Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Fáa ikki røkt okkara uttanríkispolitisku áhugamál nóg væl

2017-08-22 08:11 Author image
Innsent

Eini 100 donsk sendifólk vóru mánakvøldið til móttøku á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn. Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, og grønlendska starvssystir hansara, Suka Fredriksen, vóru vertir fyri móttøkuni. Endamálið var at kunna donsku sendifólkini um, hvat rørir seg í føroyska og grønlendska samfelagnum, í politiska landslagnum og á vinnuliga økinum, upplýsir Uttanríkis- og vinnumálaráðið í skrivi sent miðlunum.

Landsstýrismaðurin greiddi frá politisku ætlanunum hjá landsstýrinum viðvíkjandi uttanríkisøkinum, fiskivinnunýskipanini og búskaparpolitikki.

Kári Holm Johannesen, sum starvast á Hagstovuni, vísti á góðu gongdina í fólktalinum, á framgongdina í búskapinum og vøksturin í útflutningi seinastu árini. Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, legði fram um føroyskt vinnulív í altjóða høpi – bæði á møguleikarnar og tær avbjóðingar, sum stinga seg upp, tá føroyskar fyritøkur royna seg uttanfyri landoddarnar.

- Móttøkan var eitt gott høvi at økja um vitanina hjá donsku sendifólkunum um føroysk viðurskifti. Í teimum londum, vit ikki sjálvi eru umboðað, samstarva vit við donsku sendistovurnar, millum annað í arbeiðinum at vinna Føroyum betri handilssømdir við onnur lond, segði Poul Michelsen, landsstýrismaður.

Fyri móttøkuna hitti Poul Michelsen eisini danska uttanríkisráðharran, Anders Samuelsen. Teir umrøddu millum annað Brexit og føroyskan limaskap í Norðurlandaráðnum. Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum vísti danska starvsbróðuri sínum á tørvin at broyta uttanríkispolitisku lógina, so Føroyar fáa víðari heimildir at virka í uttanríkispolitikki.

- Við verandi lóg, fáa vit ikki røkt okkara uttanríkispolitisku áhugamál á fullgóðan hátt. Vit hava til dømis ikki sjálvstøðugan limaskap í fiskiveiðifelagsskapum, og eru avmarkað í okkara møguleikum at gerast sjálvstøðugir partur av altjóða sáttmálum, segði Poul Michelsen millum annað.

Kelda

 

 

placeholder

Meira langlesnaður