Færri og færri keypa iPhone

2016-08-22 14:20 Author image
Jógvan Samuelsen

Tað er trýst á Apple fyri tíðina.

Hóast sølan av snildfonum er økt við góðum fýra prosentum um árið seinastu árini, er sølan av snildfonum frá Apple fallin við 7,7 prosentum seinastu tríggjar ársfjórðingarnar.

Tað vísir marknaðarkaningin, sum amerikanska greinarafyritøkan Gartner Inc, ið er ein av heimsins størstu av sínum slagi, júst hevur almannakunngjørt.

Kanningin er at finna á heimasíðuni hjá greinarafyritøkuni, www.gartner.com, og fleiri útlendskir miðlar vísa til hana. Millum annað Computerworld og finans.dk.

Samsung nógv størst
Marknaðarkanningin vísir, at telefonirnar frá Samsung eru tær best umtóktu í heiminum. Við endan av øðrum ársfjórðingi í ár, hevði Samsund sett seg á 22,3 prosent av heimsmarknaðinum, og tað er ein framgongd uppá 0,5 prosentstig samanborið við sama tíðarskeið í fjør.

Hinvegin hevði Apple mist marknaðarlut í sama tíðarskeiði. Við endan av juni í fjør hevði Apple 14,6 prosent av heimsmarknaðinum, men í ár er tað talið 12,9 prosent. Tað vil siga ein afturgongd uppá 1,7 prosentstig.

Hóast Samsung framvegis ger nógv best umtóktu fartelefonirnar, eru eisini onnur sløg av telefonum á veg fram. Serliga kinversku sløgini Huawei og Oppo hava stóra framgongd. Sambært kanningini hevði Huawei sett seg á 8,9 prosent av heimsmarknaðinum í øðrum ársfjórðingi í ár og Oppo var uppi á 5,4 prosentum.

Blackberry næstan burtur
Felags fyri Samsung, Huawei og Oppo er, at tær allar byggja á Android-stýriskipanina hjá Google.

Tað eru bara Apple-telefonirnar, sum brúka iOS-skipanina, og tað vil siga, at Android-telefoninar í dag hava lagt seg á 86,2 prosent av heimsmarknaðinum, skrivar Gartner í kanningini.

Windows hevur í longri tíð roynt at fáa fótin fyri seg á hesum marknaðinum, men tað sær út til at ganga heilt av skriðuni.

Við endan av juni í 2015 áttu Windows-telefonirnar 2,5 prosent av heimsmarknaðinum, í ár er tað talið 0,6 prosent. Tað vil siga ein afturgongd uppá 1,9 prosentstig, sum svarar til 76 prosent.

Sama skil - ella verri - er hjá Blackberry, sum í fjør átti 0,3 prosent av marknaðinum. Tá 2. ársfjórðingur í ár endaði, átti Blackberry bara 0,1 prosent.

Stórt trýst á
Apple hevur í fleiri ár verið heimsins mest verda felag, men tað, meta greinarar, kann vera ein farin tíð.

Um ikki nýggja telefonin hjá Apple, iPhone 7, vendir gongdini.

Nýggja telefonin verður almannakunngjørd tann 7. september.

Spurningurin er so, um hon hon bæði við teknikki og ikki minst prísi, appelerar nóg nógv til kræsnu telefonkundarnar kring heimin.

Ger hon ikki, er vandi fyri, at marknaðarluturin hjá Apple minkar enn meira.

placeholder

Meira langlesnaður