FAG: Skatturin er ov høgur

2016-06-14 08:17 Author image
Dimma

Tað er ov stórur munur á føroysku skattasatsunum og skattasatsunum í teimum londunum, sum vit kappast við.

Tað sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag í sínari áskoðan á ta skattanevnd og endurskoðan av skattaskipanini, sum politiska skipanin er farin í holtur við.

Tørvur er á broytingum í skattaskipanini, sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag, og nevnir serliga inntøkuskattin, har føroyskir arbeiðsgevarar noyðast at rinda hægri løn, um starvsfólkið skal hava tað sama eftir skatt.

- Føroysk starvsfólk eru ógvuliga mobil, og vit síggja, at Føroyar hava norðurlendskt met í at pendla millum Føroyar og útlandið. Einki annað norðurlendsk land hevur nær námind so nógvar altjóða pendlarar sum Føroyar hava. Í sjálvum sær er tað ikki ein trupulleiki, men um tað merkir, at føroyskir arbeiðsgevarar ikki fáa sett skikkað starvsfólk, kann tað gerast ein forðing fyri framhaldandi virðisvøkstri, sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Føroya Arbeiðsgevarafelag ásannar, at arbeiðssetningurin hjá skattanevndini er umfatandi, men nemur við eina røð av teimum viðurskiftum, sum hava týdning, tá tað snýr seg um at evna til eina skattaskipan, sum stuðlar undir búskaparvøkstri og nýggjum arbeiðsplássum.

- Tað verður tí spennandi at síggja tað lidna úrslitið, sum nevndin kemur fram til, sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevði aðalfund um vikuskiftið, har sama nevndin varð afturvald.

placeholder

Meira langlesnaður