Fakfeløg frøast um øktan barnafrádrátt

2016-08-16 08:16 Author image
Dimma

Løgtingið viðger uppskot um øktan barnafrádrátt. Landsstýriskvinnan við fíggjarmálum mælir til at hækka barnafrádráttin til smábarnafamiljur við børnum undir skúlaaldri, úr 6.500 upp í 9.200 krónur árliga fyri hvørt barnið. Hetta er ein hækking á 2.700 krónur fyri hvørt barnið undir 7 ár.

Uppskotið hevur verið til hoyringar hjá Almannamálaráðnum, Fakfelagssamstarvinum og Vinnuhúsinum.

Fakfelagssamstarvið gleðist um uppskotið.

- Tað er skilagott og tiltrongt at veita ungum barnafamiljum stuðul í einum tíðarskeiði, tá útreiðslurnar ofta eru stórar og tungar. Broytingin fer væntandi at hava við sær ein fíggjarligan lætta fyri smábarnafamiljur, og harvið geva teimum størri rásarúm í tí dagliga. Eisini er hetta eitt framstig í mun til at fáa borgarar at støðast í Føroyum og at skapa fólkavøkstur í samfelagnum, sigur Fakfelagssamstarvið.

Í orsøkunum til uppskotið verður nevnt, at eitt av endamálunum er at fremja eitt javnari býti av landsins virðum. Í hesum sambandi metir Fakfelagssamstarvið, at slíkt býti kundi verið gjørt enn javnari, um skipanin var progressiv, og størsti fíggjarligi lættin soleiðis var málrættaður teim smábarnafamiljum, sum hava størsta tørvin á einum fíggjarligan lætta.

Almannamálaráðið tekur undir við uppskotinum, meðan Vinnuhúsið ongar viðmerkingar hevur til sjálvt innihaldið.

Barnafrádrátturin ger stóran mun fíggjarliga hjá barnafamiljum. Taka vit eitt dømi við eini smábarnafamilju við tveimum børnum undir skúlaaldri og einum í skúlaaldri, og sum býr í kommunu við miðalbarnafrádrátti á 6.350 kr., er samlaði barnafrádrátturin í skattinum í dag kr. 38.550 kr. árliga. Harvið hava tey 38.550 kr. meira árliga at liva fyri um árið, sammett við um eingin barnafrádráttur var í skattinum.

Fyri somu familju merkir ein hækking á 42% í barnafrádráttinum fyri børn undir skúlaaldri, at familjan fær umleið 44.000 kr. meira at liva fyri um árið, sammett við um eingin barnafrádráttur var í skattinum, ella 5.400 kr. meira, sammett við í dag, sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, í viðmerking til uppskotið.

placeholder

Meira langlesnaður