Fakfeløg og kundar yvirtaka nú LÍV

2016-08-18 09:34 Author image
Dimma

Løgtingið hevur nú samtykt at lata helvtina av partapeninginum í Føroya Lívstrygging til Ognarfelagið Lív og at selja hina helvtina. Tað er P/F Fakfelag, ið er eitt samtak av fakfeløgum, sum keypir helvtina av Lív.

Upprunaliga var LÍV selt til BankNordik í 2011, men bankin angraði og lata søluna ganga aftur. Eftir hetta vísti ein samtøka av fakfeløgum áhugað at keypa felagið fyri sama prís, men sølan dróg út. 

Nú hevur løgtingið samtykt málið, sum gevur ta neyðugu heimildina at selja. Yvirtøkudagurin er settur til 1. september 2016. 

Við søluni kann sigast, at kundarnir eiga LÍV-samtakið umvegis P/F Fakfelag og Ognarfelagið LÍV.

- Málsetningurin er framhaldandi at veita eina góða tænastu og bera vinningin aftur gjøgnum góðar tryggingar, lágan rakstrarkostnað og eitt munagott avkast á eftirlønaruppsparingini, sigur LÍV í einari fráboðan á sínari heimasíðu.

Samstundis lovar LÍV at virka fyri einari øktari virðisøking til einstaka kundan komandi árini.

Tryggingarfelagið LÍV veitir eftirlønar- og persónstryggingar, og sum størsti veitari á eftirlønarmarknaðinum umsitur LÍV stóran part av uppsparingini hjá føroyska arbeiðsmarknaðinum og fakfeløgunum. 

Tilgongdin at einskilja LÍV er drúgv og hevur tikið 10 ár. Løgtingið samtykti at einskilja P/F Føroya Lívstrygging í 2006.

LÍV - ella Føroya Lívstrygging - byrjaði sítt virksemi 1. januar 1967. 

 

 

placeholder

Meira langlesnaður