Falskar føroyskar vangamyndir í umferð á facebook

2016-08-10 11:57 Author image
Dimma

Alsamt fleiri føroyingar fáa vinarumbønir á facebook frá fólkum, sum tey ikki kennast  við. Við fyrsta eygnakast sær tað út sum onkur føroyingur, sum tú bara ikki kennir. Men illgrunin eigur at melda seg, tá ið viðkomandi bert hevur heilt fáar vinir, og at annars einki er á vangamyndini.

Bara seinastu dagarnar hava tey flestu á redaktiónini á Dimmalætting fingið vinarumbønir frá ókendum fólkum, sum ikki tykjast vera til. Talan er um falskar profilar.

Spurningurin er, hvat endamálið er. Tað kann í besta føri bara vera fyri at sneyta eitt sindur, ella kanska eisini fyri luttaka dulnevnt í onkrum kjakforum ella líknandi á facebook. Men dømi eru eisini um, at viðkomandi profilar verða brúktir til at gera sær dælt.


Kent fyribrigdi

Hetta er eitt fyribrigdi, sum vit hava sæð nógv seinastu mánaðirnar. Ætlanin er ógvuliga einfalt at lumpa pening frá tær, siga fleiri serfrøðingar á netinum. Í nøkrum førum verður roynt at skapa eitt álitisforhold við at skriva saman, og tá ið so onkur óvarin hevur blottað seg, verður tað brúkt til at noyða pening frá tær. Hetta seinast hava vit einki dømi um í Føroyum, men tað er kent uttanlands.

Nøvnini á profilunum eru føroysk og í fleiri førum eru tað eisini nøvn fólkum, sum vit kennast við, men myndirnar samsvara ikki. Myndirnar eru ofta vakrar, og tær eru úr ókendum støðum, so sum á skíðferð, sunnanfyri ella líknandi.

Ráðini eru, at tú skalt ikki góðtaka vinarumbønina, ella kanst tú spyrja fyrst, hvør viðkomandi er. Dimma.fo hevur í trimum førum spurt, hvør viðkomandi er, uttan at vátta vinarumbønina, men einki svar er komið aftur.

 

Góð ráð

Tú skalt vera á varðhaldi, um facebook-profilurin er heldur nýggjur, við bert einum ella fáum profilmyndum. Eru bert heilt fáir vinir, er eisini grund at varðhaldi. Ofta eru føroyingar skjótir at góðtaka vinarumbønir, og tí gongur skjótt, at viðkomandi og tú hava fleiri felags vinir.

Tú kanst eisini kanna profilmyndina. Goym myndina á tínum skrivaraborði á telduni, lat upp Google, trýst á ”picture” ella ”billede” ovast í høgra horni, og legg myndina í leititeigin. Google vísir tær, hvørjum samanhangum myndin er brúkt í, og tú kanst síggja, um myndin møguliga er ein modellmynd ella verður brúkt aðrastaðni.

Veitst tú ikki, hvør hevur sent tær vinarumbøn, ber til at spyrja, hvussu tit kennast, ella hvør viðkomandi er. Er vinarumbønin følsk, kanst tú vísa henni frá tær.

placeholder

Meira langlesnaður