Familjuískoyti: Allar umsóknir avgreiddar innan 14 dagar

2016-05-12 20:01 Author image
Dimma

Ferð verður nú av álvara sett á at veita fíggjarliga sperdum familjum ískoyti. Sum Dimmalætting skrivaði fyrr í dag, varð byrjað í gjár at rinda ískoytið, sum bíðað hevur verið eftir síðan ársskiftið.

Í gjár rindaði Almannaverkið soleiðis teimum fyrstu 13 familjunum ískoyti, og í dag eru 81 umsóknir avgreiddar, upplýsir Almannamálaráðið.

Les eisini: Fyrstu familjuískoytini útgoldin

Nú verður væntað, at allar familjurnar, sum hava søkt Almannaverkið um familjuískoytið, fáa familjuískoytið innan tvær vikur. Frá síðst í hesum mánaðinum verður útgjaldið goldið regluliga.

Sambært landsstýriskvinnuni við almannamálum er familjuískoytið eitt stig á vegnum at loysa tær avbjóðingar, sum hesar familjur hava:

- Fíggjarlig hjálp er ongantíð øll loysnin, men tað tekur tíð at loysa teir avbjóðingar, sum hesar familjur hava. Tað er neyðugt við fleiri samansettum átøkum at fyribyrgja at familjur gerast fátækar, sigur Eyðgun Samuelsen og nevnir útbúgvingar- og arbeiðsmarknaðarpolitikk sum ítøkilig mál, ið landsstýrið arbeiðir við.

Hallur Thomsen, depilsstjóri í Almannaverkinum, veit ikki, hvussu nógv fara at fáa útgoldið familjuískoyti, tí umsóknir koma inn alla tíðina. Fyri mánað síðan vóru um 300 umsóknir innkomnar.

Familjuískoytið er ein fíggjarligur stuðul, sum verður veittur familjum við børnum, har inntøkurnar eru lágar.  Familjuískoytið er sett soleiðis saman, at stakir uppihaldarar við einum barni fáa 18.000 kr. um árið fyri fyrsta barnið, umframt 5.000 kr. fyri hvørt barnið, sum er afturat tí fyrsta barninum. Hjá pørum við einum barni er familjuískoytið 22.000 kr. um árið, umframt 5.000 kr. fyri hvørt barnið, sum er afturat.

Fult familjuískoyti verður veitt teimum, sum hava húskisinntøku upp til 190.000 kr. um árið, og lækkar ískoytið stigvíst, so hvørt sum inntøkan hækkar, og er familjuískoytið heilt burtur, tá samlaða húskisinntøkan er umleið 275.000 kr. hjá støkum og umleið 295.000 kr. hjá teimum, ið ikki eru støk. Familjuískoytið er skattafrítt.

Tað eru familjur við lágum inntøkum, sum kunnu søkja um familjuískoyti, og endamálið við ískoytinum er at bøta um ringastu avleiðingarnar av at hava eina lága inntøku.

Løgtingið játtaði 8,3 milliónir krónur til endamálið í ár, og lógin kom í gildi 1. januar í ár.

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður