Faroe Farming: Borgarstjórin óttast at arbeiðspláss rúka

2016-07-01 10:40 Author image
Jógvan Samuelsen

- Vit vistu av ongum og sjálvandi fara vit at lurta eftir tí, sum Bakkafrost hevur at siga um samanleggingina. Men tað er trupult ikki at vera bangin um arbeiðsplássini her suðuri, tá man veit, at Bakkafrost byggir eitt risavirkið í Runavík.

Tað sigur Dennis Holm, borgarstjóri í Vági, nú Bakkafrost hevur keypt allan partapeningin í Faroe Farming aftur.

Fyri fýra árum síðan keypti Bakkafrost Havsbrún og við í keypinum fekk felagið millum annað Faroe Farming, alifyritøkuna, sum hevur heimstað í Vági.

Avmarkingarnar í alilógini gjørdu, at Bakkafrost fekk boð frá myndugleikunum um at selja burturav, og úrslitið var, at Tjaldur keypti meirilutan av partabrøvunum.

Í nakrar mánaðir hevur tó ljóðað, at handilin skuldi ganga hinvegin aftur, og í gjár komu so boðini frá Bakkafrosti um, at felagið, um myndugleikarnir góðtaka handilin, keypir tey 51 prosentini, sum Tjaldur átti.

Fyri syðra part av Suðuroy hevur Faroe Farming stóran týdning, tí felagið hevur 59 ársverk, og sum skilst á borgarstjóranum í Vági, eru tað arbeiðsplássini sum serliga sáa ivan.

- Nú vita vit ikki, hvat hendir, men tað sigur seg sjálvt, at vit eru ótrygg tá tað snýr seg um arbeiðsplássini, sigur Dennis Holm.

Lítið er komið fram um broytingarnar í eigaraviðurskiftunum í Faroe Farming, og tað undrar borgarstjóran.

- Faroe Farming er fyri nógvar suðuroyingar eitt gott og ikki minst týdningarmikið arbeiðspláss, og tað er ikki løgið, at fólk eru í iva um framtíðina, nú broytingar eru farnar fram í eigaraviðurskiftunum, sigur hann.

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður