Færri søktu á Setrið í ár

Færri søktu á Setrið í ár

2017-07-15 11:00 Author image
Leif Láadal

Talið av umsóknum fyri at sleppa at lesa á útbúgvingunum, sum Fróðskaparsetur Føroya bjóðar, slóð øll met í 2016, tá heili 563 søktu um upptøku. Í ár er talið av umsóknum nakað væl lægri, og ein av orsøkunum er, at fleiri av útbúgvingunum, ið vóru sera vælumtóktar í 2016, ikki verða bjóðaðar út í ár. Tað skrivar Setrið á heimasíðu síni.

Talan er um bachelorútbúgvingarnar í KT-verkfrøði og í lívfrøði, umframt masterútbúgving innan fólkaheilsu. Harumframt vóru fleiri umsóknir til nýggju útbúgvingarnar í búskaparfrøði og til hjánám í støddfrøði enn tað eru í  ár.

Eins og undanfarin ár eru tað útbúgvingarnar í sjúkrarøktarfrøði, læaraútbúgvingin og námsfrøðin, ið eru tær best umtóktu.

Í ár bjóðar Setrið út bachelorútbúgving í orkuvísindum og orkuvísindum og støddfrøði á fyrsta sinni, meðan bachelorútbúgvingin í búskaparfrøði og hjánám í støddfrøði verða boðin út á øðrum ári.


Kelda og lesið meira HER

placeholder

Meira langlesnaður