Alt fleiri velja fastnetið frá

2017-02-19 09:43 Author image
Sigmund Vang

- Hetta er ein bílig skipan, og fyri tann einstaka kostar tað ikki nógv meira enn eina krónu um dagin at hava tílíkt hald, sum eisini veitir eina ávísa trygd, sigur Hans J. Langgaard, kundastjóri í Føroya Tele.

Tað er vorðið alt bíligari at hava eina fartelefon, og nú kostar tað heldur einki eyka at reika kring Evropa við hesi fartelefon, sum tískil hevur nógvar fyrimunir. Eisini samskifti umvegis ymiskar teldutænastur, sum eru ókeypis at brúka á netinum, vinna fram, millum annað umvegis Skype og Facebook/Messenger.

Men tað eru framvegis nógv húsarhald við fastnettelefon. Sambært uppgerð frá Fjarskiftiseftirlitinum vóru tað 19.851 fastnethald í Føroyum í seinnu hálvu í 2015. Her er talan um bæði vinnufyritøkur við vekslarum og privat hald. Tað svaraði sambært Fjarskiftiseftirlitinum til eina minking upp á 1.726 hald síðan seinnu hálvu í 2013, ella eina árliga minking upp á fýra prosent.

 Sambært ársfrágreiðingini hjá Føroya Tele hevði størsti veitarin í Føroyum 13.844 fastnethald í 2014, men tað var minkað niður í 13.502 hald í 2015. Fara vit so aftur til 2009 var talið 16.792 og í 2005 var tað heilt upp á 18.818. Nakað er kanska farið yvir til Vodafone, og ip-telefoni er heldur ikki við í gomlu tølunum, men talan er um eina rættiliga greiða minking.

Hans J. Langgaard frá Føroya Tele sigur, at teir ongar ætlanir hava at sleppa fastnetinum, nú onnur tøkni hevur tikið yvir sum tann ráðandi innan samskifti.

- Ungar familjur, sum seta búgv, velja kanska fastnetið, men hjá fleiri er hetta ein trygd. Hon virkar altíð, eisini tá streymurin fer. Nógv eldri fólk vilja eisini varðveita fastnetið, sigur Hans J. Langgaard.


Grein frá Dimmalætting hesaferð

  

  

Meira langlesnaður