Stórur vøkstur: Yvir 5000 føroyingar í fátækraváða

2016-05-27 14:10 Author image
Sigmund Vang

Yvirlýsingin hjá Sonju Jógvansdóttir, sum er send miðlunum í dag, er soljóðandi:

”Føroyar eru ríkari, men fátækradømi veksur!

Yvir 5000 føroyingar vóru í fátækraváða í 2014, og gongdin síðani uppgerðirnar yvir fátækraváða byrjaðu í 2009, eru sera órógvandi, tí talið heldur á at vaksa. Løgtingið samtykti fyri jól at hjálpa ringast sperdu barnafamiljunum við einum familjuískoyti, men hetta er einans kreppuhjálp til ringast støddu familjurnar, stór politisk tiltøk eru neyðug fyri at gera av við fátækradømi í Føroyum. Hetta er nakað, sum má síggjast aftur, tá ið samráðingar um nýggja fíggjarlóg fara í gongd

Neyðugt er at taka spurningin um fátækraváða í nógv størri álvara enn higartil gjørt, tí fátækraváðin veksur og veksur, hóast samfelagið samlað sæð gerst ríkari og ríkari. Virðini í samfelagnum eru ov illa býtt, og tað eru ov nógvar mekanismur, sum koyra og fasthalda fólki í fátækraváða.

Føroyar eru ríkar, btú-ið er nógv vaksið seinastu árini, vit hava fleiri millióningar og nógvar fyritøkur, sum kunnu rinda sær tví- óg trýsiffraðar milliónaupphæddir í vinningsbýtið, samstundis sum talið á fólkið í fátækraváða vaksandi. Hetta er enn eitt prógv um, at uppáhaldið um, at regnar á prestin drippar á degnum er ósatt, og at ríkidømi seyrar ikki ígjøgnum alt samfelagið, hóast nøkur gerast nógv ríkari. Hetta eigur at geva politisku skipanini okkurt at hugsa um.

Í Føroyum eru tað serliga børn, kvinnur og pensjónistar, sum eru hart rakt. Tá ið greinast skal, um ein persónur er í fátækraváða sæst at kyn, aldur, parlagsstøða, útbúgving, starv og hvar í landinum tú býrt, hevur stóra ávirkan.

Tað eru serliga stakir uppihaldarar, sum eru í fátækraváða – og serstakliga ungu mammurnar og børn teirra.

Eitt tvørfakligt og tvørpolitiskt arbeiði eigur at vera gjørt beinanvegin, sum kann koma við tilmælum um, hvussu fátækradømi kann burturbeinast.

At talið á fólki í fátækraváða er vaksið úr 4.004 fólkum í 2010 til 5.126 í 2014 er skelkandi, og eigur at fáa politisku skipanina at rakna við. Politiska skipanin má í stundini seta sær sum fremsta mál at burturbeina fátækradøminum. Tað er ikki nóg gott, at 5.126 føroyingar liva í fátækraváða. Førdi poltikkurin hevur sera stóra ávirkan á, um fátækradømi veksur ella minkar – hetta má havast í huga, nú fíggjarlógararbeiðið fyri 2017 fer í gongd.

Eitt so ríkt samfelag, sum tað føroyska, er lætt at stýra. Tað er ongin umbering fyri at halda áfram við næstan onki at gera. Skalt tú burturbeina fátækradøminum, skalt tú raðfesta ríkidømi rætt – tað er ikki ógjørligt, um bert viljin er til tess! At lyfta fólk úr fátækraváða er besta gáva vit kunnu geva okkum sjálvum sum samfelag, og skal síggjast sum ein góð íløga í føroysku framtíðina!”

  

  

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður