Tey eldru nógv ringast fyri

2016-05-29 13:20 Author image
Dimma

Tann aldursbólkurin, sum mest er í fátækraváða í 2014, og sum eisini hevur verið tað síðan fyrstu uppgerð í 2009, eru tey, ið eru 67 ár og eldri.

Góð 27 prosent av teimum 67 ár og eldri hava eina javnvirðisinntøku, sum er niðan fyri fátækraváðamarkið, og tað er munandi fleiri enn fyri hinar aldursbólkarnar. Og tað gongur skjótt skeivan veg, tí meðan talið í øðrum aldursbólkum ikki flytir seg nakað serligt, so er talið av teimum eldur í fátækraváða hækkað úr 16,8 prosentum í 2011 til 27,7 prosent í 2014,

Næststørsti bólkurin, góð 10%, eru tey 0-17 ára gomlu.

Fátækraváði er sambært ES mátinum tann parturin av fólkunum, sum hevur minni inntøku enn 60% av medianinntøkuni.

  

  

Meira langlesnaður