Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar: Vit ynskja semju

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar: Vit ynskja semju

2017-11-05 17:09 Author image
Innsent

Í tíðindunum í Kringvarpinum í gjár vísti stjórin á Lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum á, at Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar ikki var semjusøkjandi, at vit vildu hava alt ella einki. Hetta er sera fjart frá veruligu støðuni. Vit vildu heldur enn fegin sloppið undan arbeiðssteðgi, og tað visti Fíggjarmálaráðið eisini, tá tey rýmdu av semingsfundinum fríggjakvøldið.

Vit fóru undir samráðingar við einum nýggjum sáttmálauppskoti, har lønarlagið hjá okkara limum, nærkast lønarlagnum hjá øðrum starvsbólkum við somu ábyrgd og somu útbúgvingarlongd.

Vit vildu rætta tann søguliga skeivleikan, ið altíð hevur verið har. Men tá vit komu til at tosa um pening, var svarið frá Fíggjarmálaráðnum, at karmurin í semjuni við Starvsmannafelagið skuldi haldast.

Fíggjarmálaráðið hevur ikki víst nakran vilja at søkja eina semju, ið rættar uppá søguliga skeivleikan í lønarlagnum. Tey vilja avgera alt, og vit fáa einki.

Jan Mortensen segði við Kringvarpið, at eingin søguligur lønarmunur er á okkara bólki og øðrum bólkum við somu útbúgvingarlongd og ábyrgd. Hann helt ikki munin vera nakað stórvegis. Um hetta er støðan hjá Fíggjarmálaráðnum, so skilja vit als ikki, at tey ikki góðtaka okkara ynskir, um at fáa somu løn sum onnur við somu útbúgvingarlongd og ábyrgd.

Tað hevði sømt seg betur, at Fíggjarmálaráðið kom aftur til samráðingarborðið við einum veruligum vilja at finna semju, heldur enn at kasta við runu í miðlunum.


Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður