Ein felags sjúkrahúsleiðsla skal gerast fyri øll trý sjúkrahúsini

2016-06-28 12:03 Author image
Dimma

Ein felags leiðslu fyri tey trý sjúkrahúsini, sum skulu býta sítt arbeiði meira skynsamt.

Tað sigur arbeiðsbólkurin, sum í morgun hevur handað landsstýriskvinnuni við heilsumálum eina manningarætlan fyri sjúkrahúsverkið.

Trýstið uttaneftir við alt størri spesialisering og stórari tøkniligari og medisinskari menning krevur, at sjúkrahúsini í Føroyum í nógv størri mun virka sum ein samanhangandi virkislig eind, sum samstarvar í øllum lutum fyri at veita føroyska sjúklinginum bestu tænastuna. Til tess er neyðugt við broytingum í bygnaði og leiðslu, staðfestir arbeiðsbólkurin í sínari niðurstøðu.

Arbeiðsbólkurin mælir tí til at skipað verður ein felags leiðsla fyri øll trý sjúkrahúsini.

- Ein av aðaluppgávunum hjá tvørgangandi leiðsluni verður at fremja eitt greitt uppgávubýti millum tey trý sjúkrahúsini í einum samstarvandi sjúkrahúsverki, har sjúkrahúsini hvør sær hava týðandi samskipaðar leiklutir, sigur álitið.

Akuttar viðgerðir og torgeiddar viðgerðir skulu frameftir gerast á Landssjúkrahúsinum burturav, meðan eftirviðgerð kann fara fram á smærru sjúkrahúsunum. Klaksvíkar sjúkrahúsi og Suðuroyar sjúkrahúsi kunnu í framtíðini gera alt fleiri planlagdar dagsskurðviðgerðir, sonevnd samadagskirurgi.

  

  

placeholder

Meira langlesnaður