Fróðskaparsetur Føroya á rundferð

2017-02-08 10:04 Author image
Sigmund Vang

Fróðskaparsetrið fer nú undir árligu kunningina á miðnámsskúlunum. Lagt verður fyri hósdagin í miðnámsskúlanum í Hovi.

Á hvørjum ári fer Fróðskaparsetur Føroya á rundferð til allar miðnámsskúlarnar í landinum. Ørindini eru at kunna um, hvørjar útbúgvingar eru í boði á Setrinum.

Altjóða Skrivstovan kunnar um lestrarmøguleikar uttanlands, eisini um skiftislestur uttanlands fyri tey, ið lesa á Setrinum. Somuleiðis verður kunnað um fíggjarligu stuðulsskipaninar í sambandi við lesnað.

Kunningarrundferðin byrjar í Hovi nú hósdagin og endar á Glasi í Marknagili í Havn 1. mars. Fyrrverandi næmingar á miðnámsskúlunum eru eisini væl komnir til kunningartiltøkini, ið verða  hesar dagar:

Miðnámsskúlin í Suðuroy: Hósdagin 9. februar kl. 12.00-13.30
Tilfeingisskúlin í Vestmanna: Mikudagin 15. februar kl. 9.40-12.30
Glasir Hoydalar: Mikudagin 15. februar kl. 13.45-15.15
Klaksvíkar HF-skeið: Týsdagin 28. februar kl. 9.45-11.20
Miðnám á Kambsdali: Týsdagin 28. februar kl. 11.55-13-25
Glasir við Marknagilsvegin: Mikudagin 1. mars kl. 13.45-15.15

  

  

placeholder

Meira langlesnaður