Ferðamannaskipini koma aftur

2016-06-22 13:01 Author image
Jákup Højgaard

- Enn er eingin avlýsing, og nógv týðir uppá, at 2017 verður betur, sigur Annfinn Hjelm frá Tórshavnar Havn, ið tekur ímóti teimum flestu skipunum.

Seinastu árini hevur talið av ferðamannaskipum, sum leggja leiðina framvið Føroyum, verið støðugt vaksandi. Árið 2015 var eitt metár við heili 63 skipum, harav átta av teimum komu í samband við sólarmyrkingina. Síðan minkaði talið av fráboðanum fyri 2016 heilt niður í 39 skip. Orsøkin var fráboðanarskyldan í Grindalógini og herferðin hjá Sea Shepheard, ið stygdu flestu ferðamannaskipini burtur. 

- Tað støðugt vaksandi talið er úrslitið av miðvísum arbeiði fyri at fáa skipini hendan vegin. Nú noyðast vit bara at stríðast fyri at arbeiða tað uppaftur, sigur Annfinn Hjelm og leggur aftutrat, at hóast tað er gott at fráboðanarskyldan er broytt, merkist enn eingin munur. Hetta er allarhelst av tí, at flestu skipini leggja ætlanir tvey ár frammanundan, so tað er møguligt, at tað fer at síggjast á fráboðanum í 2018 og 2019.

Fleiri enn 40 ferðamannaskip hava boðað frá, at tey ætla sær at koma hendavegin í 2017.

Broytingin í fráboðanarskylduni í Grindalógini staðfestir, at lógin ikki er galdandi fyri ferðafólk, ferðamannaskip og onnur, ið ikki eru virkin í eini grind.

  

  

placeholder

Meira langlesnaður