Teljið pengar og ikki ferðafólk

2017-04-02 16:07 Author image
Dimma

- Tá eg byrjaði, vóru eini 20 fyritøkur í Visit South Iceland, sum er eitt alment partafelag. Tá eg fór frá Visit South Iceland eini fimm ár seinni, vóru eini 220 fyritøkur.

Tað sigur Davíð Samúelsson, sum byrjaði at arbeiða við ferðafólki í 1993 og síðani hevur arbeitt í fleiri ymsum størvum innan ferðavinnuna.

Fyrstu árini arbeiddi hann sum ferðaleiðari uppi í fjøllunum, áðrenn hann fór at lesa til ferðaleiðara. Hann hevur útbúgving í ferðamálafrøði og tjóðfrøði. Í 1999 fekk hann starv sum leiðari fyri kunningarstovunum í suðuríslandi, har uppgávan var at samskipa og seta kunningarstovur í gongd. Eftir at hava arbeitt privat í vinnuni í nøkur ár, fekk hann uppgávuna at arbeiða við at byrja marknaðardeildir í suðuríslandi, og tað er hesi fimm árini, at ferðavinnufyritøkurnar eru farnar úr 20 upp í 220 í tali.

Umframt kunningarstovur kring landið, eru marknaðardeildirnar settar at skipa søluna av ferðavinnuni, og hjálpa lokalum kreftum at koma í samband við vinnuaktørar kring landið.

- Kunningarstovan er eitt. Kunningarstovan skal veita kunning til ferðafólk, men marknaðarstovurnar eru nakað annað. Har mást tú hava fólk, ið dugir at selja, sigur Davíð  Samúelsson.

Lesið meira í blaðnum hetta vikuskiftið

  

  

placeholder

Meira langlesnaður