Trupulleikar við ferðsluni í nýggja Steinatúni

2016-08-10 16:23 Author image
Dimma

Tað gongur heldur striltið at fáa bilførarar at halda seg til røttu breytina í Steinatúni. Tað viðgongur Tórshavnar kommuna, nú ferðslan er løgd nakað um. Til tíðir er heilt nógv ferðsla í Steinatúni. Og tá ið harðast leikar á, kann proppur koma í, tí bilrøðirnar verða so langar.

Eftir umbyggingina við torgi í Steinatúni, varð ein eyka breyt gjørd, sum skuldi fáa ferðsluna at ganga lættari. Bilar, sum antin skulu oman í Tórsgøtu ella niðan í Niels Finsensgøtu, hava nú hvør sina breyt – áðrenn umleggingina deildust bilarnir um hvør sína breyt. Men nógvir bilførarar hava ikki varnast, at ein eyka breyt er komin.

- Tað kann tykjast heldur løgið, at tú skal fara heilt til høgru, um tú skalt koyra beint fram niðan móti Bøkjarabrekku, siga fleiri, sum hava roynt nýggju breytina.

Tórshavnar kommuna viðgongur eisini á heimasíðuni, at nýggju strikurnar ørkymla fólk.

- Trupulleikin er serliga tann, at bilar, sum koma eftir Niels Winthers gøtu og skulu niðan í Bøkjarabreku, halda seg á breytini, sum bara bilar, ið skulu niðan í Niels Finsens gøtu, skulu brúka, sigur Tórshavnar kommuna á heimasíðuni.

Kommunan heitir tí á allar bilførarar um at halda seg røttu megin breytina, soleiðis at broytingin í Steinatúni fær ferðsluna at glíða bæði skjótari og lættari, sum sagt verður á heimasíðuni.

Fyrsta byggistig í Steinatúni er liðugt, men broytingar verða sum skilst gjørdar seinni, ið skulu fáa ferðsluna at glíða lættari.

placeholder

Meira langlesnaður