Ferðsluvanlukka kravdi eitt mannalív

2016-06-02 11:11 Author image
Dimma

Um áttatíðina í morgun hendi ein syrgilig ferðsluvanlukka, sum hevur kravt eitt mannalív. Ferðsluvanlukkan hendi á Hvítanesvegnum í Hoydølum, har sum ferðsluoyggjarnar eru. 

Løgreglan fekk fráboðanina um ferðsluvanlukkuna kl. 8.14. Talan var um ein skutara og ein vøruvogn, ið stoyttu saman.

Ambulansa og politi vóru skjót á staðnum, og førarin á skutaranum bleiv fluttur á Landsjúkrahúsið. Seinni var staðfest, at hesin var deyður av løstinum hann fekk. Talan er um ein 48-ára gamlan mann.

Avvarðandi eru kunnað, upplýsir vaktleiðarin.

Løgreglan ger kanningar í málinum.

placeholder

Meira langlesnaður