Feria ella stress?

Feria ella stress?

2017-08-11 15:10 Author image
Simona Midjord

Skálatrø á ólavsøku. Tá má man hava loyvi til at drekka sær eina kenning, ella tvær. Álvaratos!

Øll siga seg halda tað sama. At hetta er ein pengamaskina, at leikurnar eru skræpa, tó ongin teirra sær út sum eg føli meg innan. Eri við at eksplodera! Eri eg kanska bara eyka illsint? So flenna tey og siga, “her skal man hava Jobs tol”, meðan børnini grenja um, at tey heldur vilja royna okkurt annað nú enn hasar hoppiborgirnar man akkurát hevur goldið 250 krónur fyri. Eg líti rundan um meg og hugsi, eri eg tann ørasta her? Hini flenna, standa pent í kø, puffa heilt beherska, og rulla eygu, uttan at alt tað hvíta sæst, sum hjá mær.

Enn eri eg í fyrstu viku av feriuni og eg kenni meg stressaða.

Eg chattaði við systkinabarnið í Keypmannahavn. “Vænti, at hesi børnini fara at gera enda á mær. 3 vikur feriu, nú orki eg ikki meir.” Kanska liggur tað til familjuna, hetta her, hugsaði eg.

Vit tosaðu um hvussu tað altíð ljóðar so idylliskt at hava feriu, man gleðir seg á hvørjum ári, og so...stress! Børnini renna aftaná einum, spyrjandi upp í saman, “hvat skulu vit finna uppá?” Og man brúkar feriuna til at finna uppá og uppá, og tað tykist ongan enda at fáa, tey blíva ikki mett. Vit grenja um tey fullkomnu, sum leggja alt á Facebook, tí vit sjálvar ikki orka, og niðurlagið er, “hon eigur bara eitt barn, so hon hevur ikki mist forstandin enn". Mist forstandin! Tavadenn.

Soleiðis kennist tað.

Tann eina dagin var eg í fjøruni við tí yngstu. Vit fangaðu krabbar og heimkomin bakaðu vit vaflir. Eg føldi meg ordiliga sum eina góða mammu hesa løtuna. Men meðan vit baka, fái eg spurningin, “hvat fara vit at gera aftaná mamma? Vit mugu hygga okkum saman.” Og eg gangi við sveittabroti eftir eini lítlari løtu og jabbi um, at “nú má mamma hava 5 minuttir pausu”. 

Øll hini hygga sær allatíð, og leggja idyllin út á Facebook, og eg angri at eg ikki tók eina mynd úr fjøruni og av nýbakaðu vafflunum, fyri at verða við í “so herligt hava vit tað” løtuni. Men eg gloymdi tað, tí eg neyt løtuna við dóttrini.  

Var tað soleiðis fyrr? Eg minnist bara, at míni foreldur hava givið mær eina rúgvu av upplivingum, men eg føli meg altíð troytta. “Far nú út og spæl, far og finn uppá okkurt, far nú, lat mammu hava frið”. So tendri eg Facebook og síggi Jensinu sita og spæla ludo við dóttrini. Ááhhh, tær hygga sær altíð! Og eg gleðist um at børnini hjá mær eru farin út at spæla við onkran, so eg fái frið. Tavadenn!

Er tað normalt? Ella, er tað bara ónormalt at siga tað hart? 

Í ovurmorgin fara vit øll ein túr til Spania. Har skulu vit verða í 2 vikur. Og eg hugsi, bara har verða nøkur børn at spæla við, so míni børn ikki fara at keða seg, tí annars má eg aftur finna uppá.

placeholder

Meira langlesnaður