Festivalur sýnir fleiri leikir í dag

2016-05-25 14:58 Author image
Dimma

Ein øðrvísi sjónleikauppliving kann fáast í hølunum hjá iNova, har leikurin “Ikea Travels” verður framførdur. Tað er íslendski bólkurin “16 elskendur” sum hevur sett leikin upp.

Ikea Travels, ferðamannastovan, er ein nýggj íslensk fyritøka við nyggjum v-tali, sum nú víðkar um sítt virksemi og letur upp eina deild í Føroyum Tey síggja vinnumøguleikar í, at Føroyar eru so avbyrgdar, og tí tað er so dýrt hjá íbúgvunum at ferðast. Við Ikea Travels kunnu fólk ferðast, har tey vilja. Tilboðið er einfalt: Ein ferð kring jørðina, 100% rein uppliving, uttan nakrantíð at fara úr bygninginum. Leikurin verður spældur í iNova kl. 20. Leikurin verður eisini sýndur í morgin.

Álendski bólkurin “Kompani Nord” framførir leikin “Vit tey druknaðu” á Tjóðpalli Føroya. Leikurin er eftir skaldsøgu hjá Carsten Jensen. Framførslan er eitt bland av filmum og myndum á stórskíggja, saman við sera kenslubornum og inniligum sjónleiki. Søgan snýr seg um trý ættarlið av sjómonnum og teirra familjur – teirra vónir, trongdir og roynslur í deyavanda á heimshøvum. Kompani Nord er blandur norðurlendskur bólkur við leikarum úr Álandi, Finnlandi, Noregi og Danmark. Leikurin, sum er útseldur, verður leiktur kl. 20.

Í Norðurlandahúsinum verður frásøguleikurin "Skipsdrengens fortælling". Meðan áskoðararnir sita í einum rundingi, sum vernd móti veruleikanum, umbroyta tveir sjónleikarar orðini hjá Karen Blixen til bergtakandi sjónleik. ”Søgan hjá messinum” er tað kenda, gotiska ævintýrið um fjúrtan ára gamla messin Simon. ”Ringurin” er tann pinkulítla søgan um tvey nýgift, sum missa eydnuna um allar ævir, bara av einum eygnabrái. Teir vøkru tekstirnir hjá Karen Blixen verða breiddir út og fáa eina óvæntaða dýpd í hesum nýskapandi frásøguleiki, sum er ein heiður til bæði tað talaða orðið og málsligu penslastrokini hjá Blixen.

Umframt sjálvar sjónleikirnar eru onnur síðutiltøk, ein eyka skrá við sjálvstøðugum verkum. Eitt slíkt er í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, ið kallast Crace við bólkinum Art is no exuse. Tað verður kl. 20.

placeholder

Meira langlesnaður