Fíggjamálaráðið skal meina tað

Fíggjamálaráðið skal meina tað

2017-11-08 14:52 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Verkfallið hjá Felagnum Føroyskum Sjúkrarøktarfrøðingum byrjaði í gjáramorgun, vegna miseydnaðar lønarsamráðingar við Fíggjarmálaráðið. 

Verkfallið umfatar varastjórar, leiðarar og varaleiðarar ið starvast á ymsum deildum, bæði á Landssjúkrahúsinum, Klaksvíkar sjúkrahúsi og Suðuroyar sjúkrahúsi. Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar boðaðu frá, at tey ikki høvdu sent teir sjúkrarøktarfrøðingarnar, ið starvast á seingjardeildunum til hús, fyri at vísa, at tey enn fegin vildu samráðast. 

Fleiri fakfeløg hava meldað alment út, at tey stuðla Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar í lønarsámráðingunum við Fíggjarmálaráðið.

Í gjár sendi Fíggjarmálaráðið skriv út, at teirra dyr standa opnar, og at tey gleðiliga vilja finna eina loysn uppá samráðingarnar við sjúkrarøktarfrøðingarnar. Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, sigur við útvarpið í dag, at tey fegnast um, at Fíggjarmálaráðið vil samráðast. Hon strikar tó undir, at hon vónar at hetta merkir, at Fíggjarmálaráðið tosar um veruligar samráðingar. 

Í skrivi á heimasíðu felagsins stendur, m.a:
- Fíggjarmálaráðið hevur rætt í, at krøvini hjá okkara felag eru óvanlig, men tað er neyðugt. Okkara limir fáa søguliga nógv minni í løn, enn aðrir bólkar við somu útbúgving og ábyrgd. Tá vanliga mannagongdin er, at vøksturin hjá øllum starvsbólkum er tann sami, so skal ein óvanligur vøkstur til, fyri, at okkara limir verða javntstillaðir við onnur.

- At Fíggjarmálaráðið heldur fast í, at eitt felag skal leggja karmin fyri øll hini feløgini, ger at vit ongantíð kunnu rætta søguliga skeivleikan. Undanførslur um møguligan ruðuleika, broyta ikki støðuna, at sami vøkstur merkir sami lønarmunur.

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður