Fíggjarmálaráðið: Skuldin í Páls Høll og Marghøllini er kommunal

Fíggjarmálaráðið: Skuldin í Páls Høll og Marghøllini er kommunal

2017-10-20 13:39 Author image
Georg L. Petersen

Vágs Kommuna hevur fingið at vita úr Fíggjarmálaráðnum, at skuldin í bæði Páls Høll og Marghøllini skal metast sum kommunal. Kommunan fær fjúrtan dagar at sannføra ráðið um tað øvugta

 “Viðvíkjandi skuldini kemur Fíggjarmálaráðið til ta niðurstøðu, at tað í veruleikanum er Vágs Kommuna, ið tryggjar, at lán hjá Grunninum Páls Høll og Vágs Ítróttarráð verða goldin aftur. Skuldin í hesum báðum stovnum eigur tí at verða tikin við í uppgerðina av kommunalu skuldini. Í hesum sambandi verður eisini víst á, at leigusáttmálarnir á ávikavist 15 og 20 ár eru at meta sum ábyrgdarbindingar v.m., ið býráðið ikki kann áleggja kommununi uttan loyvi frá landsstýrinum.”

Hetta er partur av niðurstøðuni hjá Fíggjarmálaráðnum, sum hevur viðgjørt sambandið millum Vágs Kommunu, Marghøllina og Páls Høll. Niðurstøðan varð send Vágs Kommunu mikudagin í hesi vikuni, og hana hevur Dimmalætting fingið innlit í.

Lesið um hetta og líknandi mál í Runavík HER

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður