Fíggjarmálaráðið tráspyr Vágs Kommunu

Fíggjarmálaráðið er vorðið forvitið eftir at vita meira um Páls Høll og nýggju marghøllina, sum Vágs Kommuna ætlar at byggja (Mynd: Katrin Einarsson)

Fíggjarmálaráðið tráspyr Vágs Kommunu

2017-05-22 00:37 Author image
Georg L. Petersen

“Endamálið við fyrispurninginum er at útvega vitan, ið kann nýtast sum grundarlag til at viðgera, um talan er um kommunalt virksemi, ið eigur at vera partur av roknskapinum hjá kommununi. Talan er um stovnarnar “Páls Høll” og “Vágs Ítróttarráð”.”

Hetta stendur í eini drúgvari umbøn frá Fíggjarmálaráðnum til Vágs Kommunu, eftir at kommunan hevur boðað frá, at hon umvegis Vágs Ítróttarráð hevur í hyggju at byggja eina marghøll. Tað kemur afturat Páls Høll, sum kommunan í fleiri umførum hevur hjálpt fíggjarliga. Kommunan er av somu orsøk eisini umboðað í nevndini.

Vágs Kommuna sjálv hevði ikki havt møguleika at bygt hvørki Páls Høll ella eina marghøll, tí tað er tað ikki pláss fyri á fíggjarætlanini. Kommuna kom sum ein av teimum seinastu niður um eina álíkning í skuld, og slapp tá úr haftinum, sum fylgir við eini stórari skuld. Hevur ein kommuna meira enn eina álíkning í skuld, sleppur hon so at siga einki at gera uttan við loyvi frá almennu myndugleikunum.

Stór latent skuld

Verður skuldin í Páls Høll og nú marghøllini løgd omaná kommunalu skuldina, fer hon langt upp um eina álíkning, og so verður kommunan aftur bundin niður av myndugleikunum. Spurningurin er, um tað er í lagi at leggja stórar verkætlanir, sum vanliga eru kommunalar, í sjálvsognarstovnar, og soleiðis sleppa undan at økja um kommunalu skuldina. Spurningurin er eisini, um Vágs Kommuna heftir fyri nakrari skuld í sjálvsognarstovnunum.

Tískil spyr Fíggjarmálaráðið bæði um fleiri upplýsingar fyri íløgurnar og fyri raksturin.

Ráðið vil vita samlaða byggikostnaðin fyri hallirnar báðar, hvussu nógv kommunan hevur játtað og so framvegis. Og so hvør veitir langfreistaðu fíggingina og til hvørjar treytir – tá snýr tað seg um kostnað, áramál, trygd, herundir kommunalar bindingar.

Fíggjarmálaráðið vil eisini vita meira um raksturin, millum annað hvussu kommunan hevur bundið seg mótvegis stovninum ella veitarunum.

placeholder

Meira langlesnaður