Brexit: Íleggjararnir bíða í spenningi

2016-06-17 23:43 Author image
Jógvan Samuelsen

Hósdagin skulu bretar á fólkaatkvøðu gera av, um Bretland framvegis skal vera við í ES-samstarvinum.

Bretski forsætisráðharrin, David Cameron, lovaði í samband við valið í fjør, at vann hann valið, skuldu bretar aftur sleppa at taka støðu til, um land teirra framvegis skal vera partur av ES-samstarvinum, sum er so nógv broytt síðan bretar seinast atkvøddu um ES í 1975.

Tann atkvøðugreiðslan verður hósdagin, og tað er so lítil munur millum tey, sum atkvøða fyri ES og tey sum atkvøða ímóti, at hóast nei-síðan hevur verið frammanfyri, er eingin sum torir at siga hvønn veg úrslitið fellur.

Og hetta sæst aftur á fíggjarmarknaðinum og á partabrævamarknaðinum, har íleggjararnir bíða í stórum spenningi eftir úrslitinum.

Eingin veit, hvørjar avleiðingarnar vera, um bretar á fólkaatkvøðuni siga, at Bretland skal taka seg úr ES. Fíggjarmarknaðirnir hava tó reagerað við stórum kursfallum, bæði á partabrævamarknaðinum og á valutamarknaðinum, har pundið hevur fingið eina regulerað yvirháling hesa seinastu vikuna. Hinvegin er kursurin á gullið hækkaður munandi, tí íleggjarar hava plaserað sínar pengar ístaðin.

Fríggjadagin vendi gongdin tó eitt sindur, tí tá hækkaðu partabrævakursirnir eitt sindur og pundið styrknaði aftur.

Ein av orsøkunum var álopið á bretska politikaran, Jo Cox, sum var stungin og skotin til deyðis á alfaravegi í London hósdagin. Hon var, sambært tíðindum, dripin av einum, sum rópti "Britain First", tá hann rann avstað, og hetta kann hava fingið tey ivasomu til at taka støðu fyri bretskum limaskapi í ES, skrivar danska heimasíðan finans.dk.

Veljarakanningar í Bretlandi geva ábendingar um eitt øgiliga spennandi val, og tí er fullkomiliga ógjørligt at siga nakað um hvønn veg úrslitið fer.

placeholder

Meira langlesnaður